Bíðilistar

Anestesisjúkrarøktarfrøðingur til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Anestesisjúkrarøktarfrøðingur til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir anestesisjúkrarøktarfrøðingi í tíðaravmarkað starv á Anestesideildini á fulla tíð frá 1.aug 2024 til 31.juli 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Anestesideild, Viðrakning, Intensivu deild, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Kommunulæknavakt og Sjúkraflutningstænastu.

Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d. ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra, næsa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anestesilækna, og saman standa tey fyri umleið 2500 anestesium árliga. Dagliga arbeiðið hjá anestesisjúkrarøktarfrøðingunum umfatar eisini uppgávur í samband við umsiting av goymslurúmi.

Aðrar veitingar hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fakliga áhugað/ur, fleksibul og virkisfús/ur
  • Trívist við avbjóðingum og at hava nógv um at vera
  • Hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða tvørfakligt
  • Er sinnað/ur at skapa góðan trivnað og felags mentan á deildini
  • Hevur áhuga í at undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri fakligum avbjóðingum og egnari menning
  • Dugnaligar starvsfelagar, sum eru opnir fyri nýggjum hugskotum og royndum

Sjúkrahúsverkið hevur seinasta árið saman við einum breiðum skara av starvsfólki frá teim trimum sjúkrahúsunum arbeitt við at gera eitt felags virðisgrundarlag, og at endurskoða visión, missión og strategimál fyri alt Sjúkrahúsverkið. Hesi kunnu síggjast á www.ls.fo.

Lønar – og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hergerð Heldarskarð, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5757 ella tlf 234554, hergerd@ls.fo

Umsóknarfreistin er 12.mai 2024. 

Vinarliga søk starvið her.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.