Bíðilistar

Bíðilistar- og tíðir í Sjúkrahúsverkinum

06-12-2023

Sjúkrahúsverkið er farið undir at almannakunngera bíðilistarnar á útvaldum sergreinum. Byrjað verður í smáum og eftir ætlan verða fleiri økir løgd aftrat so hvørt. Sí nýggjastu bíðilistarnar (frá januar 2024) HER

Viðmerkingar til bíðilistarnar

Spurningurin um bíðilistar og bíðitíðir er samansettur og tað eru ymsir hættir at seta slíkar upp. Fyri sjúklingin snýr tað seg um at sleppa framat neyðugu viðgerðini sum skjótast, men tað letur seg ikki gera, tá samlaða tilfeingið er avmarkað. Tí standast bíðilistar.

Er talan um akutta sjúku, fær sjúklingurin altíð viðgerð beinanvegin. Akuttir sjúklingar eru ikki við í yvirlitinum yvir bíðilistar.

Hvat vísa myndirnar?
Myndirnar vísa talið av sjúklingum, sum standa á bíðilista til at koma til fyrstu viðtalu ella forkanning innan ymsar sergreinar skift á mánaðir. Eisini vísa myndirnar ein meting av hvussu leingi ein sjúklingur kann vænta at bíða, um ávísingin verður móttikin á sjúkrahúsinum nú, t.v.s., tá tølini eru gjørd upp. Tað eru stórar óvissur við slíkari fyribils meting nøkur koma at bíða styttri og onnur helst eisini at bíða longur, tí viðurskiftini kunnu broytast, meðan bíðað verður.

Í triðja lagi vísa myndirnar eisini hvussu nógv fólk hava verið til fyrstu viðtalu um mánaðin innan ymsu sergreinarnar.

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.