Sjúkrahúsverkið er farið undir at almannakunngera bíðilistarnar á útvaldum sergreinum. Byrjað verður í smáum og eftir ætlan verða fleiri økir løgd aftrat so hvørt. Sí nýggjastu bíðilistarnar HER
Viðmerkingar til bíðilistarnar
Tíðarskeiðið við koronu ávirkaði bíðilistarnar í 2020, tá bíðitíðin til fyrstu viðtalu á summum økjum vaks við upp í móti tveir mánaðum.
Barna- og ungdómspsykiatriin hevur fingið metnógvar nýggjar ávísingar seinnu árini og ávirkar hetta bíðitíðina.
Stór framgongd hevur verið innan Ortopedi – ryggskurð eftir, at sergreinin varð tikin heim. Økið hevur í tíðasrkeiðum verið rættiliga hart rakt av koronu.
Gev gætur at Ortopedi – knø og mjadnar bert fevnir um Landssjúkrahúsið.
Landssjúkrahúsið er í gongd við átak at fáa bíðilistarnar innan ADHD-vaksin niður, men samstundis kom nógvar nýggjar ávísingar, so framvegis er bíðitíðin long.
Neurologiin hevur verið eitt raðfest øki seinnu árini og bíðitíðin varð stytt úr 12 mánaðum niður í minni enn tveir mánaðir, men nú er bíðitíðin kvinkað uppaftur. Arbeitt hevur miðvíst við at betra sjúklingagongdirnar og nú vitja neurologiskir konsulentar munandi oftari enn fyrr.