Corona.fo

Atlit í samband við ørindi á sjúkrahúsinum

15-11-2021

 

Landssjúkrahúsið letur fyribils aftur fyri vanligum vitjanum.  

Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar. 
Avtala tíð við deildina á tel. 304500.

Øll sum koma á sjúkrahúsið skulu vera í masku fyri nøs og munn, og kunna vísa á koronupass, tvs. koppseting ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar.
Kannað verður ikki við dyrnar, men starvsfólk kunnu gott biðja teg um at vísa koronupass.


Sjúklingar, sum skulu til skurðviðgerð, skulu hava negativa test, ikki eldri enn 72 tímar.

Sjúklingar, sum koma á sjúkrahúsið til viðgerð, venjing ella annað fleiri ferðir um vikuna, skulu lata seg kanna fyri COVID-19 eina ferð um vikuna, og annars vera varðin úti í samfelagnum.

Mint verður á, at halda tilmælini um frástøðu og reinføri.


Sí neyvari útgreining av, hvat eitt koronapass er niðanfyri her:
https://korona.fo/259?_l=fo

 

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.