Í sambandi við viðgerð í sjúkrahúsverkinum er umráðandi at sjúklingar eru virknir í egnari sjúklingatrygd og –dygd. Les 10 ráðini sum eru verd at geva gætur í sambandi við viðgerð í sjúkrahúsverkinum.
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.