PhD verkætlan
Á Skurðdeplinum
|
Samband
Poula Patursson
|
Verkætlanin MaSu fevnir um skurðsjúklingar við føðslutroti á Landssjúkrahúsinum. MASU kanningin er ein liður í eini PhD verkætlan og tekur sjúklingar í tíðarskeiðnum frá apríl 2018 til september 2019. Heitið á kanningini er Malnutrition in surgical patients in Faroe Islands. Post-discharge nutrition and resistance training (MASU study).
Kanningin er ein sokallað trý-armað randomiserað kontrollerað kanning. Sjúklingarnir, sum vera við, vera býttir tilvildarliga í tríggjar bólkar, sum tey luttaka í í 8 vikur:
1) ein triðingur fær útflýggjað orkuríkar drykkir tvær ferðir um dagin í 8 vikur (diet)
2) ein triðingur fær venjing hjá fysioterapeuti tríggjar ferðir um vikuna umframt orkuríkar drykkir tvær ferðir um dagin í 8 vikur (diet + exercise)
3) seinasti triðingurin fylgir vanligari mannagongd á Landssjúkrahúsinum (controls)
Kanningin er góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum og fíggjað partvíst innanhýsis í heilsuverkinum umframt við fígging frá Sjúkrakassagrunninum, Københavns Universitet og Nestle Health Science, ið veitir orkuríkar drykkir.
Stigtakari til hesa føðslukanning av skurðsjúklingum er Poula Patursson, PhD-lesandi, kliniskur dietistur og cand.scient. í klinisk ernæring.
Føðslutrot í samband við sjúku er sera útbreitt millum skurðsjúklingar, har umleið 40-50% lætna ella eta ov lítið til at fasthalda almennstøðuna. 70% av teimum sjúklingum, ið lætna undir innlegging, lætna enn meira aftaná tey eru komin heim av sjúkrahúsinum. Kanningar av føðsluviðgerð til skurðsjúklingar hava áður bert mátað vekt, meðan henda kanningin leggur dent á vøddavevnað (DEXA skanning), tí hetta hevur nógv størri týdning fyri útlitini hjá sjúklingum.
Les meira um kanningina í vinstra bredda
--------------------------------------------------
Tal av vitjandi her á síðuni:
--------------------------------------------------
NÝTT UM MASU