E-learning
|
Eitt sindur um E-learning
Tú kann til einhvørja tíð logga inn á e-learning og hyggja eftir teimum filmum, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiði.
Filmsbrotini eru gjørd í Svøríki og vísa tí filmarnir svenska skermsmynd, tó hava fleiri filmar fingið danska talu og tekst. Hóast vit í Føroyum í nógvum førum brúka onnur heiti, so meta vit, at filmsbrotini eru løtt skilja.
Í Svøríki hava tey góðar royndir við at brúka e-learning, hetta er eitt gott amboð til at læra Cosmic at kenna, men eisini eitt gott amboð, tá ið nýggj starvfólk verða sett í starv.
Atgongd til E-learning
Leinkja til heimasíðuna https://elearning.cambio.se/login/index.php
Brugernavn: faroe1
Adgangskode: Faroe123
Trýst á knøttin "Kursuskatalog" fyri at síggja úrval av filmum.
Filmar framleiddir av THS
Í Føroyum hava vit fingið gjørt nakrar tillagingar í skipanini, ið ikki verða brúktar aðrastaðni, t.d. háttin vit brúka e-resept og skamtluting. Hesi filmsbrot eru gjørd av THS og eru tískil ikki at finna inni á e-learning heimasíðuni.
Filmarnir eru at finna her á heimasíðuni, undir Filmsbrot.