Corona.fo

Dátuverndartrygd

Dátuverndarkunning

Í Sjúkrahúsverkinum viðgera vit persónsupplýsningar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara myndugleikauppgávur. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu Sjúkrahúsverkið viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar, eitt nú navn, bústaður, aldur, starv, inntøka ella útbúgving, ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar, sum eru knýttar at einum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

Sjúkrahúsverkið savnar inn og viðger persónsupplýsingar gjøgnum okkara tænastur. Í tí sambandi halda vit galdandi lóggávu, Dátuverndarlógina galdandi frá 1. januar 2021. Her hava vit savnað kunning um, hvussu vit liva upp til lóggávuna. 

Ábyrgd

At «viðgera» persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann t.d. vera at savna, skráseta, samkoyra, goyma, lata víðari, avhenda, ella ein sameining av hesum. Hetta er líkamikið um sameiningin er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast «viðgerð».

Tá ið Sjúkrahúsverkið viðger persónsupplýsingar, er Sjúkrahúsverkið «dátuábyrgdari». Hetta merkir, at Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Sjúkrahúsverkið hevur innsavnað.

Sjúkrahúsverkið viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardir í Sjúkrahúsverkinum.

Viðgerð av persónsuppslýsningum

Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdir, tá ið tað er neyðugt fyri, at Sjúkrahúsverkið kann útinna sínar uppgávur sum almennur myndugleiki. Persónsupplýsningar um teg eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá ið vit eitt nú viðgera umsóknir í sambandi við starvssetan, starvsfólkamál ella lønarviðurskifti. Harafturat verða upplýsningar viðgjørdir fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta. Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri almennar myndugleikar og tí skal Sjúkrahúsverkið eisini fylgja hesum reglum. Sjúkrahúsverkið skrásetur allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.

Hvussu fær Sjúkrahúsverkið persónsupplýsningar?

Sjúkrahúsverkið viðger upplýsingar frá skrásetta sjálvum. Hetta kunnu vera upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið Sjúkrahúsverkinum. Talan kann eisini vera um upplýsingar, sum tú hevur sent okkum eitt nú í sambandi við starvsetan. Sjúkrahúsverkið kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit fáa frá øðrum einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum. Harafturat viðger Sjúkrahúsverkið upplýsingar í sambandi við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av starvsfólkum.

Hvørjar persónsupplýsingar viðger Sjúkrahúsverkið?

Sjúkrahúsverkið viðger vanligar persónsupplýsingar sum navn, bústað, p-tal, teldupost, telefonnummar og fíggjarligar upplýsingar, t.d. kontonummar í sambandi við lønarútgjalding.

Sjúkrahúsverkið viðger eisini viðkvæmar persónsupplýsingar, sum viðkvíkja likamligu ella sálarligu heilsuni hjá einum persóni, sum geva upplýsingar um heilsustøðuna hjá viðkomandi.

Í ávísum førum viðger Sjúkrahúsverkið persónsupplýsingar um revsiverd viðurskifti. Persónsupplýsingar um revsiverd viðurskifti verða einans viðgjørdir, um tað er neyðugt í sambandi við eitt eftirlitsmál ella sum fyrireiking í einum revsimáli.

Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?

Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum hava atgongd til upplýsingar, ið tørvur er á til at útinna myndugleikauppgávurnar hjá Sjúkrahúsverkinum. 

Hvussu verjir Sjúkrahúsverkið persónsupplýsingar?

Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Sjúkrahúsverkið og eftir, at tey eru farin úr arbeiðinum. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast í Sjúkrahúsverkinum.

Hvørjum letur Sjúkrahúsverkið persónsupplýsingar?

Sjúkrahúsverkið letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar sum liður í okkara myndugleikaútinnan.

Sjúkrahúsverkið letur einans persónsupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini. 

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum. Í teimum einstøku førum, har veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

Hvussu leingi goymir Sjúkrahúsverkið persónsupplýsingar?

Sjúkrahúsverkið hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at verðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Tá ið Sjúkrahúsverkið ikki longur hevur tørv á persónsupplýsingunum, verða upplýsingarnar avhendaðir til Tjóðskjalasavnið, sbrt. løgtingslóg um skjalasøvn.

Upplýsingar, ið verða savnaðir til hagtalsframleiðslu, verða ikki strikaðir. Orsøkin er, at hagtøl vísa rák og broytingar yvir tíð. Tá ið tørvur ikki er á upplýsingum longur, verða upplýsingarnir avhendaðir til Tjóðskjalasavnið.

Tíni rættindi
Dátuverndarlógin gevur tær nøkur rættindi í mun til persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Hesi rættindi fevna m.a. um:  

  • Rættin at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar 
  • Rættin av fáa kunning um viðgerðina av tínum persónsupplýsingum 
  • Rættin til at fáa skeivar persónsupplýsingar rættaðar 
  • Rættin til at fáa sínar persónsupplýsingar strikaðar 
  • Rættin til at mótmæla at persónsupplýsingar verða brúktir til beinleiðis marknaðarføring 
  • Rættin til at mótmæla automatiskum individuellum avgerðum, undir hesum profilering 
  • Rættin til at flyta tínar persónsupplýsingar

Áheitan um innlit og onnur rættindi
Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, er altíð møguligt at seta seg í samband við dátuverndarfólkið hjá Sjúkrahúsverkinum, Jens Godik Højen, kttrygd@ls.fo ella ls@ls.fo.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.