Bíðilistar

Ambulant viðgerðartilboð

Ambulant viðgerðartilboð

Psykiatrisk viðgerðartilboð

Til hesi tilboð krevst innahýsis ávísing, tað vil siga, at tað eru læknar og psykologar á Psykiatriska deplinum, sum vísa til hesi tilboð. Hvørki aðrir serlæknar, kommunulæknar ella psykologar sum starvast aðrastaðni kunnu vísa til tilboðini. Tey kunnu bara ávísa til Psykiatriska depilin generelt. Tað er síðan serkunnleikin her á staðnum sum metir um, hvørji tilboð eru mest gagnlig fyri einstaklingin.

Bólkaviðgerðir

Dialektisk atferðarterapi (DAT)
Kognitiv viðgerð
ADHD
Burðartunglyndi
BBAT
Sosial førleikavenjing
FAMB
Acceptance and Commitment terapi

Tað eru læknar og psykologar á Psykiatriska deplinum, sum vísa til tær ymisku viðgerðirnar sum eru her á staðnum. Talan er bæði um sokallaðar stakviðgerðir, har man er einsamallur, og bólkaviðgerðir, har man er saman við øðrum í bólkum.

Onkuntíð eru bólkarnir afturlatnir, tað vil siga at øll byrja í senn og nýggj fólk koma ikki í bólkin. Tað kemur oftast fyri tá talan er um styttri viðgerðir, sum t.d. kognitiv bólkaviðgerð. Í øðrum førum er bólkurin opin, tað vil siga at fólk koma og fara eftir tørvi. Aftur aðrar tíðir er talan um sokallaðar "hálvopnar" bólkar, tað vil siga, at fólk koma í bólkin ávís tíðarskeið. DAT bólkarnir eru dømi um hálvopnar bólkar, har nýggj fólk kunnu koma upp í  millum hvørt modulið.

Fyri kunning um ferðaendurgjald, trýst her

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.