Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Kognitiv viðgerð

Kognitiv viðgerð

 

Kognitiv viðgerð: Einstaklinga- ella bólkaviðgerð

Málbólkur: vaksin við ótta ella depressjón

Endamál: At bjóða vaksnum sum hava ótta ella tunglyndi dygdargóða viðgerð, annahvørt einstaklinga- ella bólkaviðgerð, við tí endamáli at:

  • Hjálpa upp á sálarliga líðing.
  • Betra um virkisføri og megna kensluligar upplivingar.
  • Broyta óhepna atferð.

Meginreglur: Kognitiv viðgerð er ein innlitsgevandi viðgerðarháttur, ið tekur støði í aktuellum trupulleikum. Virðing er fyri sjúklinginum og hansara trupulleikum, og arbeitt verður út frá sjúklingsins egnu raðfesting av trupulleikum. Fokus er á tonkum og fatanini av støðum. Arbeitt verður við avmarkaðum pørtum av viðurskiftum í lívinum hjá tí einstaka. Viðgerðin er strukturerað, málrættað og tíðaravmarkað.Tosað verður opið um diagnosu, og við psykoedukatión kann ein gerast tilvitaður um, hvussu sjúka ávirkar lívið.

 

Formur: Skipaðar, terapeutiskar einstaklingasamrøður -ella bólkviðgerð einaferð um vikuna. 

Bólkaviðgerð í mun til ótta ella depressjón fevnir um:

  • Luttakaratal á 6-12 luttakarar, blandað menn og kvinnur
  • 8-10 ferð á uml. 2-3 tímar
  • Undirvísing um viðkomandi viðurskifti, í mun til annaðhvørt ótta ella depressjón
  • Luttakandi undirvísarar eru sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari við kognitivari grundútbúgving og- ella- víðari útbúgving.

Innihald:Tosað verður um “tey fýra beinini” í kognitivum viðgerðarhættum:

  • Psykoedukatión, ið er skipað undirvísing í mun til sjúkuna, ein hevur.
  • Sosial førleikavenjing, at kunna virka betur millum onnur.
  • Kognitiv viðgerð, ið millum annað fevnir um at menna førleikan at hugsa meira realistiskt og fleksibult og at betra um førleikar í kensluligum støðum.
  • Kognitiv venjing, sum millum annað tekur støði í at betra um kognitivu funktiónirnar og sostatt almenna virkisstøðið.

 Psykososial átøk:

  • Um neyðugt, tvørfakligt- og tvørgeiraligt samstarv við eitt nú avvarðandi, almannaverk, skúla og arbeiðspláss. 
  • Um neyðugt, netfundir, ráðgeving, vegleiðing og undirvísing

Les meira um kognitiva viðger her

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.