Taxa

Almenn undirvísing um kognitivar avbjóðingar

Hevur tú ringt við at hugsavna teg? Psykiatriski depilin skipar hin 28. november 2019 fyri undirvísing um kognitivar avbjóðingar. Øll eru vælkomin.

Undirvísingin, sum verður á Eiragarði 19, konferansuhøli 2, byrjar klokkan 15.30 og endar klokkan 17. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til bilmc@ls.fo innan 26. november klokkan 17.

Les meira her

Endamálið við undirvísingini er at lýsa hvussu kognitivir trupulleikar kunnu vísa seg, hvørjar avleiðingar teir kunnu viðføra, og hvussu ein kann handfara teir best møguligt í gerandisdegnum.

Um kognitivar avbjóðingar
Kognitivir trupulleikar eru ofta ein partur av sjúkueyðkennunum í samband við psykiatriskar sjúkur. Tað vil siga, at hesir sjúklingar ofta hava trupult við at vera uppmerksamir, hugsavna seg, minnast, planleggja og hava yvirblikk, sum kann vera við til at gera gerandisdagin enn truplari bøði privat og  í arbeiðs/lestrarhøpi. 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.