Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Psykiatriskt ambulatorium (P10 og P50)

Inngongd

Lat aftur

Psykiatriskt ambulatorium (P10 og P50)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

P10
Eirargarður 13, Hædd 2
Tel. 30 47 40
Teldupostur: bilmc@ls.fo
Bill Mc. Leod Jacobsen
Leiðslufulltrúi

P50
Eirargarður 19
tlf 304599 - 4474
teldupostur: biran@ls.fo
Birgit Andersen
Leiðari

Telefontíðir

P10 (Læknaskrivarir)
tlf 304740
Mánadag til fríggjadag
kl. 10:00 - 12:00 og 13:00 - 15:00
tó mikudagar
kl. 10:00 - 12:00 og 14:00 - 15:00


P50 (Birgit Andersen)
tlf 304599 - 4474
ella
fartlf 234557
kl 8.00 - 16.00

Ókeypis internetsamband er til sjúklingar og avvarðandi.
Logga á Gestanetið.
Ongin kota krevst.

Leiðsla

Rasmus Maltesen, yvirlækni
Birgit Andersen, sjúkrarøktarfrøðingur
Rannvá Sloan Jørgensen, sálarfrøðingur

Ambulanta viðgerðin á Psykiatriska deplinum  fevnir um ymisk tilboð, sum antin eru heilsufremjandi, fyribyrgjandi, linnandi ella viðgerandi og oftast eitt sindur av øllum. Miðað verður í móti, at viðgerðin altíð verður sett saman av tilboðum, sum samsvara tørvin hjá sjúklinginum. Talan kann verða um terapeutiskar samrøður, útgreining, fysiskar aktivitetir, menning og/ella endurvenjing av kognitivum, fysiskum og øðrum førleikum, viðgerð av sálarløstum o.s.fr , og viðgerðirnar kunnu bæði verða einstaklingaviðgerðir ella viðgerð í bólki. Ambulant viðgerð fevnir sostatt um ógvuliga nógv og ymisk tilboð, og hugtakið "ambulant" tilskilar einamest, at man ikki er innlagdur. 

Ambulanta viðgerðin er staðsett ymsastaðni á økinum og fevnir um  fakbólkar, sum arbeiða bæði mono - og tvørfakligt. Tað eru fleiri deildir sum bjóða ambulanta viðgerð, men vit hava savna frágreiðingarnar um øll bólkatilboðini saman undir hesum breddanum. Frágreiðing um tey  tilboðini, sum eru staðsett aðarstaðni,  t.d. í fysioterapiini ella demensklinikkini, eru eisini at finna undir tí breddanum. 

Ávísing til ambulanta viðgerð 

Tað er kommunulæknin sum ger av at ávísa til Psykiatriska depilin. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um talan skal verða um ambulanta viðgerð ella um innlegging. Ávísingin til ambulantu viðgerðartilboðini er sostatt ein innanhýsis avgerð. Tað er tó ikki fyrrenn ávísing er komin frá kommunulækna ella øðrum serlækna til Psykiatriska depilin, at tann avgerðin verður tikin. 

Endurnýggjan av resept
Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo 

Í teldupostinum skal upplýsast:
- Fornavn og eftirnavn
- Føðidato
- Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast
- Apotekið, sum heilivágurin skal sendast til 

Serlæknaváttan
Fyri at fáa serlæknaváttan, má ein seta seg í samband við Almannaverkið, tlf 360000, teldupost  av@av.fo

Fyrispurningar og fráboðanir

Hevur tú onkran fyrispurning um eitthvørt ella skal boða frá onkrum, t.d. avlýsa ella umbóka eina tíð, ger tú tað best við at skriva til psykinfo@ls.fo

So slepst undan at standa í bíðirøð í telefonini og læknaskrivararnir svara, so skjótt tað ber teimum til.

Um tú hevur eini boð til depilsleiðsluna, skulu hesi sendast til leiðslufulltrúan Bill McLeod Jacobsen á bilmc@ls.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.