Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Opin psykiatrisk deild PA

Opin psykiatrisk deild PA

Telefon

Avvarðandi kunnu tosa við starvsfólk á deildini við at ringja á telefon 304500 og biðja um lokalnr 4445 ella 4446.

Deildarleiðari

Marja Lund Gjógvará
Deildarleiðari P40/PA
T-postur: marlu@ls.fo

Sjá faldara her

PA starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og reingerðarfólk. Aðrir yrkisbólkar eru eisini tilknýttir deildina: Læknar, psykologar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, musikterapeutur og umboð fyri avvarðandi. Harumframt eru lesandi javnan knýtt at deildini.

Vaktarskiftið millum starvsfólk er kl 07.00, kl 15.00, og kl 23.00. “Kunning millum vaktir” verður givin við vaktarskiftið

Starvsfólkini hava fakligan fund, ið nevnist ”Fokus” kl 12.30-13.00 og 18.30-19.00.

Starvsfólkið í psykiatriini vilja fegin hjálpa tær at fáa tað betri, og vit ynskja at samstarva við teg um tína viðgerð:

  • Tú veit best, hvussu tú hevur tað og hvussu tað, sum tú upplivir, ávirkar títt lív. Starvsfólk í psykiatriini hevur fakligan kunnleika um gongdina við psykiatriskum sjúkum, og hvussu hesar kunnu viðgerast. Í samstarv við teg, leggja vit tína viðgerð til rættis
  • Tað hevur stóran týdning fyri gongdina, at tú ert virkin í samstarvinum.
  • Vit leggja dent á, at tú ert kunnaður um tína viðgerð, og tú ert altíð vælkomin at spyrja.
  • Sum ein liður í viðgerðini verður tú vegleidd/ur um, hvat tú kanst gera fyri at minka um trupulleikar og árin, sum tú møguliga hevur fingið av sjúkuni, við atliti til at fyribyrgja, at støðan versnar.
  • Málið við viðgerðini er, at tú kemur fyri teg aftur og fær eitt gott lív.

Hvussu skal sjúkan viðgerðast?

Fyri at finna fram til, hvussu tú best kann viðgerðast fyri tína sjúku, skal ein neyv útgreining gerast av teimum eyðkennum og trupulleikum, sum tú hevur. Teir ymisku fakbólkarnir geva sítt íkast til, at fáa eina so dygdargóða útgreining sum til ber

Fysiskur aktivitetur
Hvønn dag kl. 11.00 er gongutúrur, har møguleiki er at velja millum at ganga ein styttri ella longri tein. Venjingarhøli við venjingartólum er tøkt, sum sjúklingurin kann nýta eftir avtalu við starvsfólkið. Tríggjar morgnar um vikuna er fimleikur í samband við morgunfundin á eindini.

Psykiatrisk viðgerð

Undir innleggjanini ynskja vit at veita dygdargóða røkt og viðgerð. Málið er, at áseta diagnosu og málrætta viðgerðina eftir tínum tørvum. Málið er eisini at styrkja tínar møguleikar til at skilja tína sjúku og at handfara støðuna.

Fysiskir karmar
Á deildunum eru einastovur, tó kann verða neyðugt at deila stovu, um plásstrot er. Baði-/vesihentleikar eru felags. Eisini hevur deildin uppihaldsrúm við sjónvarpi, vaskirúm, matstovu og tvær vitjunarstovur. Uttanduraøkið er eisini til sjúklingar at gagnnýta. Um summarið verður urtagarðurin nýttur til millum annað uttanduraspøl, at grilla og hugna. 

At fara av deildini 
Við atliti til viðgerðina ynskja vit at tú ert á deildini undir innleggjanini. Um ynskt verður at fara av deildini, verður hetta avtalað við starvsfólki. Tú verður biðin um at boða frá, tá tú kemur og fert.Úthurðin verður stongd kl. 22.00

Fartelefon og fartelda
Tú hevur møguleika at brúka tína egnu fartelefon og farteldu á deildini. Yvirlæknin kann tó í serligum førum verða noyddur at avmarka atgongdina til telefon og teldu hjá onkrum sjúklingi, um mett verður, at viðkomandi harvið er betri vardur.  Internetsamband er á eindini.Dagliga gongdin

Veking                   kl 08.00

Morgunmatur         kl 08.00- 9.00

Morgunfundur        kl 08.40

Felags gongutúrur  kl 11.00

Døgurði                 kl 11.30

Drekka                  kl 14.00

Nátturði                 kl 17.30

Kaffi                      kl 19.30

Friður á deildini      kl 23.00

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.