Bíðilistar

Kunning til avvarðandi

Kunning til avvarðandi

Sjá faldara her 

Endamálið við kunningini er at upplýsa um ymisk viðurskifti, sum kunnu verða viðkomandi, tá man er avvarðandi hjá einum sum er innlagdur á P40. Á Psykiatriska deplinum verður dentur lagdur á gott samskifti við avvarðandi. Kunningin er eitt ískoyti til ta kunning, ið starvsfólkini á deildini annars veita. Avvarðandi eru vælkomin at spyrja, um ivamál stinga seg upp.

Á deildini verður arbeitt í toymum. Hvør sjúklingur er knýttur at einum toymi. Dentur verður lagdur á eitt skipað og málrættað samskifti millum sjúkling, starvsfólk og avvarðandi.

Vitjanartíðir

Á P40 er vitjanartíð kl. 15.00-17.00 og 19.00-21.00. Vitjandi verða vinarliga biðin um at venda sær til eitt av starvsfólkunum, tá ið tit koma á deildina, sum vísa tykkum til eitt vitjanarrúm.

Um yngri børn hjá innløgdum koma at vitja, kunnu ávís rúm í Ergoterapiini nýtast, har ymsar leikur eru til børn.  Ergoterapiin er í kjallaranum á P40.

 

Fyrispurningar

Vaktarskifti og frágreiðingar um sjúklingar á deildini er kl. 07.00-07.30, kl. 15.00-15.30 og kl. 23.00-23.30. Uttan fyri hesar tíðir eru avvarðandi vælkomin at spyrja til sjúklingin.

Tagnarskylda

Øll starvsfólk hava tagnaðarskyldu. 

Við innleggjan verður sjúklingurin biðin um at fylla út “Váttan um samtykki”, har viðkomandi játtar samskifti við avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar. Í ávísum førum ynskir sjúklingur ikki, at avvarðandi og stovnar verða kunnað um støðuna. Starvsfólkið stuðlar sjúklinginum til samstarv.

Avvarðandi verða boðin til samrøðu, har endamálið er, at tey fáa kunning um sálarsjúkur og verða sædd, hoyrd og rúmað. Avvarðandi hava  royndir og vitan um støðuna, ið hava týdning í røkt og viðgerð. Avvarðandi kunnu vísa okkum á lívsviðurskifti, áhugamál og eginleikar hjá sjúklinginum, ið geva eina betri heildarfatan.

Máltíðir

Morgunmatur      kl.08.00

Døgurði              kl.11.30

Drekka:              kl.14.00

Nátturði :            kl.17.30

Kaffi :                 kl.20.00

Matarhøllin er opin frá kl. 11.30-13.00

Sølubúð og sjálvtøkur eru í forhøllini (á Landssjúkrahúsinum). Sølubúðin er opin gerandisdagar kl. 8.00 – 20.00, og í vikuskiftinum kl. 14.30-20.00.

Til ber at keypa sær døgurða ella okkurt lætt til matna.

 

Telefon

Avvarðandi kunnu tosa við starvsfólk á deildini við at ringja á telefon 304500 og biðja um lokalnr: PI 4440, ella  4441 PA 4445 ella 4446.

 

Trýst á her  fyri meira kunning.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.