Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Avvarðandiumboð

Umboð fyri avvarðandi

Maria Andreassen Hentze
Sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri avvarðandi
e-mail: marhe@ls.fo
Mobilnr.: +298 234561
tlf 304599 - 4422
Eiragarður 19

Telefontíðir

Týsdag, mikudag og hósdag kl 11.00 til 16.00

Trýst á her  fyri at finna faldaran 

"Ongin kann áhaldandi hava umsorgan fyri øðrum, uttan eisini at hava umsorgan fyri sær sjálvum"

Tað minkar um afturstig, tá avvarðandi eru við

At verða avvarðandi sjálv hevur givið mær nakrar royndir, sum geva mær eina djypri fatan av støðuni hjá avvarðandi. Mín fakligi kunnleiki sum sjúkrarøktarfrøðingur og mínar royndum innan arbeiði við fólki við sálarligum sjúkum ella viðbrekni, eru við til at gera, at eg kann ruma og veita avvarðandi umsorgan, hjálp og kunning á ein heilt serligan hátt.

Tað kann tíðum vera strævið at vera avvarðandi. Tí er neyðigt, at hin avvarðandi lærir seg at hava umsorgan fyri sær sjálvum, so at hann betur megnar at stuðla honum ella henni, hann varar av. Tað er prinsippið við iltamskuni, sum er í flogfarinum: Latið tykkum í egna masku, áðrenn tygum hjálpa øðrum". Tá kann hin avvarðandi vera ein ressursa.

 

Avvarðandi at fólki við sálarsjúku hava tørv á

  • At verða sædd, hoyrd og rúmað
  • At fáa betri innlit í, hvat sálarsjúka ger við tann sjúka
  • At fáa betri innlit í, hvussu sálarsjúka ávirkar tey avvarðandi
  • At hava tað gott, hóast umstøðurnar
  • At tosa við ein, sum sjálv kennir til at verða avvarðandi hjá einum við sálarsjúku

 

Umboð fyri avvarðandi

  • Kann tosa við avvarðandi um tað, sum liggur teimum á hjarta
  • Er bindilið millum avvarðandi og starvsfólk
  • Kann hjálpa, tá avvarðandi skal til truplar samrøður um tann sjúka

Endamálið við umbonum fyri avvarðandi er

  • At skapa forstáilsi og opinleika um tann sálarsjúka
  • At verða við til at minka um skuldarkenslur, sum er ein tungur fylgisveinur í hesum trupulleika
  • At upplýsa og geva sína servitan víðari 

 

Hentar heimasíður

www. psykiatrifonden.dk

www.bedreosykiatri.dk

www.depressionsforeningen.dk

www.sind.dk

www.psykisksaarbar.dk

www.psyknet.dk

www.netdoktor.dk

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.