TelefonAvvarðandi kunnu tosa við starvsfólk á deildini við at ringja á telefon 304500 og biðja um lokalnr 4440 ella 4441 |
Deildarleiðari
Lisbeth Vang
|
Sjá faldara her
Psykiatrisk intensiv eind
Psykiatrisk intensiv deild er ein afturlatin deild, sum tekur ímóti sjúklingum úr øllum landinum.
Á deildini verður givin intensiv røkt- og viðgerðatilboð.
Her verða psykiatriskir sjúklingar innlagdir, sum hava tørv fyri intensivari psykiatriskari røkt og viðgerð.
Pláss er fyri 7 sjúklingum.
Av tí at Intensiva deildin hýsir sjúklingum sum hava tørv á skerming, eru uttaru hurðarnar læstar.
Endamálið við intensivu deildini
Røkt og viðgerðatilboð verða tilrættarløgd individuelt – út frá tørvinum hjá tí einkulta.
Fartelefon og fartelda
Fyri at verja privatlívið hjá teimum sum eru innløgd, er ikki loyvt at brúka farteldu og fartelefon.
At fara av deildini
Tað er læknin sum avger, um tann sum er innlagdur kann sleppa av deildini og í so fall, um hann kann fara einsamallur. Úthurðin steingir kl 22.00
Fysiskur aktivitetur
Fysioteraputur kemur á deildina dagliga og venur við teimum sjúklingum, sum hava fingið ávísing til fysioteraputiska viðgerð. Tá læknin metir tað verða ráðiligt, kann sjúklingurin venja í venjingarhølunum í fysioterapihølunum saman við starvsfólki. Í samband við morgunfundin, kemur fysioteraputur tvær ferðir um vikuna at gera fimleik saman við sjúklingunum.
Skipanin á Psykiatrisku Intensivu deildini
Starvsfólkini á intensivu deildini eru skipað í tvey toymir.
Starvsfólkahópurin á er samansettur av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum.
Fysiskir karmar
Á deildini eru einastovur. Baði-/vesihentleikar eru felags. Eisini hevur deildin uppihaldsrúm við sjónvarpi, vaskirúm, matstovu og tvær vitjunarstovur. Uttanduraøkið er eisini til sjúklingar at gagnnýta. Um summarið verður urtagarðurin nýttur til millum annað uttanduraspøl, at grilla og hugna.
Gerandisdagurin á deildini
Morgunmatur kl. 08.00- 09.00
Morgunfundur kl. 11.00 - 11.30
Døgurði kl. 11.30
Drekka kl. 13.30
Nátturði kl. 17.30
Kaffi kl. 19.30
Friður á deildini kl. 22.00
Sí annars trivnaðarreglur her