Deildarkunning
Eirargarður 17
|
Vitjanartíðir
Vitjandi eru vælkomin frá
|
Leiðandi starvsfólk
Lisbeth Vang
|
Ávísing til innlegging
Fyri at koma framat til viðgerðar á Psykiatriska deplinum, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella frá serlækna. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um talan skal verða um innlegging ella ambulanta viðgerð.
Psykiatriska seingjardeildin P 40 er skipað í tvær deildir:
Deildirnar taka ímóti sjúklingum, ið eru 18 ár og eldri. Um børn og ung hava tørv á innlegging, samstarva deildirnar við Barna- og Ungdómspsykiatriska toymið (B&U).
Á P40 starvast sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar í tøttum samstarvi við onnur fakfólk, sum eru viðkomandi í einhvørjari sjúklingagongd, við tí endamáli, at sjúklingurin kann koma væl fyri seg aftur.
Starvsfólkið og tú
Starvsfólkini vilja fegin hjálpa tær at fáa tað betri, og vit ynskja at samstarva við teg um tína viðgerð:
¨ Tað hevur stóran týdning fyri gongdina, at tú ert virkin í samstarvinum og viðgerðini, soleiðis at tú kann koma teg so skjótt og væl sum gjørligt. Vit leggja dent á, at tú verður kunnað/ur um tína viðgerð, og tú ert altíð vælkomin at spyrja um eitthvørt ivamál
Sum ein liður í viðgerðini verður tú vegleidd/ur um, hvat tú sjálv/ur kanst gera fyri at minka um trupulleikar og árin, ið tú hevur fingið av sjúkuni, við atliti til at fyribyrgja at tú versnar.
Nógvir sjúklingar, sum koma í psykiatriska viðgerð, gerast frískir. Onnur fáa hjálp til at menna førleikar, so tey betur kunnu handfara sjúkuna - og hava eitt gott lív við sjúkuni,Málið við viðgerðini er, at tú kemur fyri teg aftur og fær eitt gott lív
Tvørfakligur ráðleggingarfundur
Hetta er ein fundur, har tann sum er innlagdur og tann ella tey avvarðandi, sum hann ella hon vil hava við, saman við teimum fakfólkum, sum hava týdning fyri at tann innlagdi kemur seg skjótt og væl, í felag finna fram til eina ætlan fyri hóskandi viðgerð, soleiðis at tann innlagdi aftur kann fóta sær í samfelagnum. Um hin innlagdi ikki sjálvur kann luttaka á fundinum, fær starvsfólk viðkomandi upplýsingar frá sjúklinginum, soleiðis at hansara rødd er við á fundinum hóast fráverandi
Hvussu skal sjúkan viðgerast?
Fyri at finna útav, hvussu tú best kann viðgerast fyri tína sjúku, skal ein neyv kanning (útgreining) gerast av teimum eyðkennum og trupulleikum, sum tú hevur. Leikluturin hjá deildarstarvsfólki í samband við útgreining, er serliga at fáa innlit frá sjúklinginum og at gera sær observatiónir.
Psykiatrisk viðgerð
Undir innleggingini ynskja vit at veita dygdargóða røkt og viðgerð. Málið er, at diagnosa verður ásett og at viðgerðin verður málrættað. Málið er eisini at styrkja tínar møguleikar, til at skilja tína sjúku og at handfara støðuna.
Avvarðandi
Avvarðandi eru vælkomin at ringja á deildina, telefonnummar 304500 og biðja um deildina sum tann tú varðar av, er innlagdur á. Ein faldari til avvarðandi er til taks á deildini ella her.
Tagnarskylda
Øll starvsfólk hava tagnarskyldu.
Tá tú innløgd/innlagdur verður tú biðin um at fylla út ”Váttan um samtykki”, har tú hevur møguleika til at játta starvsfólki at samskifta við avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar um tína støðu. Í ávísum førum ynskir sjúklingurin ikki, at avvarðandi og stovnar verða kunnað um støðuna. Starvsfólki stuðlar sjúklinginum til samstarv við avvarðandi.
Myndatøka
Myndatøka á deildini er undir ongum umstøðum loyvd.
Royking og opin eldur
Tað er ikki loyvt at roykja á deildunum. Tó er roykirúm á PI.
Av trygdarávum verður opin eldur, kertuljós, bikarljós ella líknandi ikki nýtt á eindini.
Rúsevni
Tað er hvørki loyvt at hava rúsdrekka ella rúsevni við sær inn á deildirnar ella at verða ávirkaður av hesum.