Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Psykiatriskar seingjardeildir (P40)

Inngongd

Lat aftur

Psykiatriskar seingjardeildir (P40)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Eirargarður 17
Tel. 30 45 00

Innleggingardeild P40

P40/PI - intensiv, afturlatin deild
lok. nr. 4440

P40/ PA - opin deild
lok. nr. 4445

Vitjanartíðir

Vitjandi eru vælkomin frá
kl. 15.00 -17.00
og
kl. 19.00 - 21.00.

Ókeypis internetsamband er til sjúklingar og avvarðandi.
Logga á Gestanetið.
Ongin kota krevst.

Leiðandi starvsfólk

Lisbeth Vang
Deildarleiðari P40/PI
T-postur: lisva@ls.fo

Marja Lund Gjógvará
Deildarleiðari P40/PA
T-postur: marlu@ls.fo

Ávísing til innlegging 

Fyri at koma framat til viðgerðar á Psykiatriska deplinum, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella frá serlækna. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um talan skal verða um innlegging ella ambulanta viðgerð.

10 góð ráð til sjúklingar

Psykiatriska seingjardeildin P 40 er skipað í tvær deildir:

  • PI - intensiv, afturlatin deild
  • PA - opin deild

Deildirnar taka ímóti sjúklingum, ið eru 18 ár og eldri. Um børn og ung hava tørv á innlegging, samstarva deildirnar við Barna- og Ungdómspsykiatriska toymið (B&U).

Á P40 starvast  sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar í tøttum samstarvi við onnur fakfólk, sum eru viðkomandi í einhvørjari sjúklingagongd, við tí endamáli, at sjúklingurin kann koma væl fyri seg aftur. 

 

Starvsfólkið og tú
Starvsfólkini vilja fegin hjálpa tær at fáa tað betri, og vit ynskja at samstarva við teg um tína viðgerð:

  • Tú veitst best, hvussu tú hevur tað, og hvussu tað, sum tú upplivir, ávirkar títt lív.
    Starvsfólkini hava fakligan kunnleika um, hvussu gongdin í psykiatriskum sjúkum vanliga er, og hvussu hesar kunnu viðgerast.Í samstarvi við teg leggja vit tína viðgerð til rættis.
  • ¨ Tað hevur stóran týdning fyri gongdina, at tú ert virkin í samstarvinum og viðgerðini, soleiðis at tú kann koma teg so skjótt og væl sum gjørligt. Vit leggja dent á, at tú verður kunnað/ur um tína viðgerð, og tú ert altíð vælkomin at spyrja um eitthvørt ivamál
    Sum ein liður í viðgerðini verður tú vegleidd/ur um, hvat tú sjálv/ur kanst gera fyri at minka um trupulleikar og árin, ið tú hevur fingið av sjúkuni, við atliti til at fyribyrgja at tú versnar.
    Nógvir sjúklingar, sum koma í psykiatriska viðgerð, gerast frískir. Onnur fáa hjálp til at menna førleikar, so tey betur kunnu handfara sjúkuna - og hava eitt gott lív við sjúkuni,Málið við viðgerðini er, at tú kemur fyri teg aftur og fær eitt gott lív

Tvørfakligur ráðleggingarfundur

Hetta er ein fundur, har tann sum er innlagdur og tann ella tey avvarðandi, sum hann ella hon vil hava við, saman við teimum fakfólkum, sum hava týdning fyri at tann innlagdi kemur seg skjótt og væl, í felag finna fram til eina ætlan fyri hóskandi viðgerð, soleiðis at tann innlagdi aftur kann fóta sær í samfelagnum. Um hin innlagdi ikki sjálvur kann luttaka á fundinum, fær starvsfólk viðkomandi upplýsingar frá sjúklinginum, soleiðis at hansara rødd er við á fundinum hóast fráverandi

Hvussu skal sjúkan viðgerast? 

Fyri at finna útav, hvussu tú best kann viðgerast fyri tína sjúku, skal ein neyv kanning (útgreining) gerast av teimum eyðkennum og trupulleikum, sum tú hevur. Leikluturin hjá deildarstarvsfólki í samband við útgreining, er serliga at fáa innlit frá sjúklinginum og at gera sær observatiónir. 

Psykiatrisk viðgerð
Undir innleggingini ynskja vit at veita dygdargóða røkt og viðgerð. Málið er, at diagnosa verður ásett og at viðgerðin verður málrættað. Málið er eisini at styrkja tínar møguleikar, til at skilja tína sjúku og at handfara støðuna.

Avvarðandi
Avvarðandi eru vælkomin at ringja á deildina, telefonnummar 304500 og biðja um deildina sum tann tú varðar av, er innlagdur á. Ein faldari til avvarðandi er til taks á deildini  ella her.

Tagnarskylda
Øll starvsfólk hava tagnarskyldu.

Tá tú  innløgd/innlagdur verður tú biðin um at fylla út ”Váttan um samtykki”, har tú hevur møguleika til at játta starvsfólki at samskifta við avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar um tína støðu. Í ávísum førum ynskir sjúklingurin ikki, at avvarðandi og stovnar verða kunnað um støðuna. Starvsfólki stuðlar sjúklinginum til samstarv við avvarðandi.

Myndatøka
Myndatøka á deildini er undir ongum umstøðum loyvd.  

Royking og opin eldur
Tað er ikki loyvt at roykja á deildunum. Tó er roykirúm á PI.
Av trygdarávum verður opin eldur, kertuljós, bikarljós ella líknandi ikki nýtt á eindini.

Rúsevni
Tað er hvørki loyvt at hava rúsdrekka ella rúsevni við sær inn á deildirnar ella at verða ávirkaður av hesum.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.