Bíðilistar

Bólkaviðgerðir

Bólkaviðgerðir

Bólkar við tilknýti til ergoterapiina

Kreativur bólkur
FAM Bólkur ( Fysiskur, Aktivur og Mentanar Bólkur)
Kaféfyrreikingarbólkur
Kafé bólkur
Sosial førleikavenjing

Kreativur bólkur:

  • Venja og viðlíkahalda teir motorisku førleikarnar
  • Venja og viðlíkahalda teir sosialu førleikarnar.
  • Nýta evnir og útinna áhugamál, umframt at fáa succes upplivilsir
  • Hugsavna seg og merkja róð.
  • Venja teir processuellu førleikarnar – t.d. at tilrættarleggja eitt arbeiði og skapa yvirblikk

FAM Bólkur (Fysiskur, aktivur og mentanar bólkur):

  • Venja og viðlíkahalda teir sosialu førleikarnar
  • Styrkja kroppin fysiskt og harvið fáa eina betri kropskenslu
  • At hava møguleika til at kunna taka lut í samfelagnum, soleiðis at ein betri kann blíva kunnaður um, hvat rørir seg úti í samfelagnum.

Kaféfyrireikingarbólkur:

  • Venja og viðlíkahalda teir motorisku førleikarnar
  • Venja teir Processuellu førleikararnar – t.d. Innkeyp, skapa yvirblikk, skipa eina uppgávu, fylgja eini uppskrift, taka ábyrgd o.s.fr.

Kafé bólkur:

  • Venja og viðlíkahalda teir sosialu førleikarnar
  • Venja at bíleggja og gjalda
  • Møguleiki at venja teir kognitivu førleikarnar við at spæla spøl, lesa bløð, kommunikera við onnur o.a.

Sosial førleikavenjing:

  • Venjing í at meistra sosialar støður
  • Venja sosialu førleikarnar, fyri at betra um gerandisdagin.

 

Tey yvirorðnaðu málini í SFV-venjingini (Sosial førleikavenjing) eru fylgjandi:

  • Eitt sunnari lív við minni vanda fyri afturstigum og afturinnleggjan á sjúkrahúsið
  • Betra um háttin at biðja um hjálp uppá
  • Ein betri virkandi gerandisdag
  • Betri sambond við onnur
  • Betra um trupulleikaloysnir í gerandisdegnum
  • Betri hugsavning og minni tankaórógv
  • Ríkari frítíð
  • Meira innihaldsríkt arbeiði/ólønt arbeiði/skúli
  • Øktur kunnleiki til rættindi og møguleikar
Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.