Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Hvat merkja orðini?

Hvat merkja orðini?

Ambulant: Merkir, at man ikki er innlagdur. Tað vil siga, at man kemur til viðgerðar og fer til hús aftur sama dag.

Atferðarterapi: Er ein psykologiskur viðgerðarháttur, sum byggir á ta greinina av sálarfrøðini, sum verður kalla behaviorisma. Atferð fevnir ikki bara um sjónligar handlingar, men eisini um tankar, kenslur, ímyndir o.s.fr. Sambært behaviorismuni er atferð lærd í samband við ávirkan frá umhvørvinum. Upplivingar frá barandóminum kunnu hava ávísan áhuga, men tað er serliga støðan her og nú sum er áhugaverd og sum støði verður tikið í. 

Á psykiatriska deplinum er tað serliga tann greinin sum verður kallað kognitiv atferðarterapi, sum verður brúkt. Sí meira her

Diagnosa: Diagnosa er tað sama sum sjúkuavgerð á føroyskum. Læknin finnur fram til eitt ávíst mynstur í tí, sum sjúklingurin hevur trupulleikar av, og út frá tí setur hann eina diagnosu.

Diagnosan er eitt amboð sum kann verða ein hjálp til at finna fram til dygdargóða viðgerð, eins og hon í ein ávisan mun kann siga nakað um, hvussu gongdin kann væntast at verða. Hon sigur onki um hvussu sjúklingurin er fyri annars, sum kann hava ávirkan á, hvussu sjúkugongdin háttar seg. Tí má diagnosan ikki takast fyri meira enn tað hon er og má virðast fyri tað hon er, netupp eitt amboð hjá læknanum.

Ein diagnosa flestu okkara kenna til, er skoldkoppar. Sjúkueyðkenni upp á skoldkoppar eru m.a. útbrot av reyðum blettum sum skriðja, sum so við og við gerast til bløðrur. Aloftast hevur sjúklingurin fepur eisini. Ein psykiatrisk diagnosa er ikki altíð líka løtt at finna fram til sum skoldkoppar og gongdin varierar eisini nógv meira innan fyri ymisku psykiatrisku diagnosurnar, enn hon ger fyri skoldkoppar. Men líka so lítla meining tað vildi givið, um vit søgdu, at vit eru ein skoldkoppur, tá vit hava ta sjúkuna, líka so lítla meining gevur tað at siga, at eg eri skizofren, hava vit ta sjúkuna. Og líka so væl, sum tað ber til at gerast frískur av skoldkoppum og øðrum umfarsóttum, ber til at gerast frískur av skizofreni og øðrum psykiatriskum sjúkum.

Monofakligt: Tá talan er um ein einstakan fakbólk, t.d. bara heilsurøktarar ella bara læknar, so verður tað nevnt mono-fakligt. 

Psykoedukatión: Er undirvísing í, hvussu tú kann læra meira um ávísa sjúku og hvussu sjúkan kann ávirka lívið. PSykoedukatión er eisini undirvísing í, hvussu tann sum er raktur av sjúkuni, sjálvur kann hava ávirkan á, hvussu lívið formar seg við sjúkuni. Kanningar vísa, at psykoedukatión kann verða við til at geva støðufesti í viðgerðini og fyribyrgja innleggingum. Psykoedukatión kann virka fyri at økja um lívskvalitetin og møguleikarnar hjá tí sum er sjúkur, at liva tað lívið hann ynskir sær.  Psykoedukatión kann ganga fyri seg bæði einsæris og í bólki.  

Sjúklingur: Á Psykiatriska deplinum hava vit nevnt tey, sum fáa røkt og viðgerð frá okkum “sjúklingar”. Við jøvnum millumbili hava vit dialog við sjúklingar, avvarðandi og fólk sum starvast her á staðnum, um hetta felagsheiti skal broytast. Orsøkin til tess er, at gjøgnum tíðirnar hevur sjúklingurin í stóran mun verið sæddur sum diagnosan, óvirkin og ikki at hava avgerðarrætt og ávirkan á sína støðu. Stórvegis atlit var ikki tikið til ressursur og førleikar. Tað eru ikki nógv ár síðan, at tað at gerast frískur frá skizofreni var nærum óhugsandi. Ein vandi við áhaldandi at brúka heitið sjúklingur kundi verið, at tað ikki verður grundað um leiklutin sum sjúklingur. Men við áhaldandi grundan, royna vit í staðin at fara frá gamla innihaldinum av hugtakinum, til heldur at verða:

  • Sjúklingurin er serfrøðingur í egnum lívi
  • Sjúklingurin hevur ávirkan á og er virkin í røkt og viðgerð
  • Sjúklingurin er javnverdur og verður mettur og møttur samsvarandi
  • Sjúklingurin er virkin í egnum lívi
  • Sjúklingurin hevur avgerðarrætt í egnu sjúklingagongd

Sosial førleikamenning: Er ein háttur at varveita og menna sosialar førleikar. Yvirksipaða endamálið er at bøta um forstaílsi av signalum og teknum, sum fólk brúka sínámillum, umframt at venja førleikanar hjá luttakaranum til at virka og vera á hóskandi hátt millum fólk. Sosial førleikavenjing stuðlar sostatt undir, at luttakarin aftur kann gerast ein integreraður partur av samfelagnum. Arbeitt verður við ávísum málum, sum starvsfólk og sjúklingur finna fram til í felag. Í sosialari førleikavenjing verður luttakarin stuðlaður í  at megna at hondtera sjúkueyðkenni, bøta um samskiftisførleikar og at uppdaga tað iðliga, um sjúkueyðkennini koma aftur ella versna. Sosial førleikavnejing kann bæði ganga fyri seg einsæris og í bólkum. 

Tvørfakligt ella fleirfakligt: Tá talan er um fleiri fakbólkar í senn, tosar man um fleirfakligheit ella tvørfakligheit. Tað er serliga, tá tað eru fólk úr ymiskum fakbólkum sum arbeiða saman um ávísa uppgávu, at tosa verður um fleir- ella tvørfakligheit.

Tvørgeiraligt: Verður viðhvørt eisini kallað tvørsektorielt. Tað merkir, at tað eru fleiri geirar uppi, t.d. eini sjúklingagongd ella ávísari uppgávuloysn. Ein geiri er eitt økið í samfelagnum, t.d almennageirin, heilsgeirin o.s.fr. sum talan er um.

Uppfylging av heilvágsviðgerð: Tá læknin hevur sett gongd á heilivágsviðgerð, er neyðugt at fylgja við, hvussu viðgerðin hilnast. Viðhvørt kann heilivágurin geva hjáárin, sum tó eisini kunnu hvørva aftaná nakrar vikur. Tørvur kann eisini verða á at broyta skamtanina, soleiðis at man skal økja ella minka um nøgdina. Ofta eru tað sjúkrarøktarfrøðingar sum standa fyri uppfylgingini av heilivágnum, tó í tøttum samstarvi við lækna. Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu hvørki ordinera, tað er fyriskriva, hvør heilivágur skal gevast, broyta nøgdina ella skriva reseptir. Men sjúkraøktarfrøðingurin hevur førleika til at meta um, hvørt tað er neyðugt at seta seg í samband við lækna við atliti til broytingar, umframt at hon mátar virðir sum t.d. blóðtrýst og puls, fyri at vita, um heilivágurin møguliga hevur ávirkan á kroppin, sum ikki eru gagnlig

Útgreining: Merkir, at fakfólk,  við ávísum amboðum kanna trupulleikarnar nærri og fáa skipað hesar, so lættari verður at fáa røttu hjálpina. Aloftast krevja hesar útgreiningar nakrar skipaðar samrøður, har sjúklingurin skal svara ymiskum spurningum.

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.