Bíðilistar

Safe Wards - Tryggar deildir

Safe Wards - Tryggar deildir

Safewards   - tryggar deildir

“Safewards” er eitt enskt, evidensbaserað háttalag til at minka um vandan fyri tvingsli á psykiatriskum deildum. “Safewards” er ment við grundstøði í 20 ára gransking um tvingsil.

Lyklaorðini eru, at “Safewards” skapar størri trygd, minni tvingsil, økt nøgdsemi millum sjúklingar og eitt betri arbeiðsumhvørvið.

Eitt av tí grundleggjandi í “Safewards” er at byggja á vón og trúgv upp á at kunna koma seg.

Háttalagið hevur 10 konkret átøk umframt ein frymil, sum systematiskt og gjølla greiðir frá, hvussu vit á psykiatriskum deildum kunnu úthugsa strategiir, sum menna tryggleikan fyri sjúklingar og starvsfólk.

“Safewards” verður nú brúkt á nógvum psykiatriskum deildum kring allan heimin, og alsamt fleiri koma afturat.   Frymil, átøk og arbeiðshættir eru greinaðir neyvt á eini heimasíðu, sum finst á ymsum málum m.a. donskum. Sí her

Vit á Psykiatriska Deplinum halda, at “Safewards” stuðlar væl undir okkara hugsanir um at skapa rehabilitering og recovery, at inndraga sjúklingar og avvarðandi í størri mun og okkara arbeiði við at seta sjúklingatrygd frammalaga, herundir at minka um nýtsluna av tvingsli, - umframt at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi fyri okkara starvsfólk.

Depilsleiðslan hevur tí avgjørt at “Safewards” skal gerast eitt háttalag, sum vit nýta á Psykiatriska deplinum.

Tey 10 konkretu átøkini (interventiónirnar) í “Safewards” eru hesar (í stuttum):

Avklára sínámillum væntanir

Stemma av tær væntanir, sum eru til innleggjanina á eini psykiatriskari deild, millum starvsfólk og sjúkling.

Mild orð

Virðilig og høvisk tiltala til sjúklingar og í heila tiki ein málnýtsla, sum stimbrar dialog.

Deeskalerandi samskifti

Deeskalering í gerandisdegnum. Nógv konkret átøk, sum skulu setast í verk, tá konflikt er í væntu ella sjúklingar eru illa fyri. Øll starvsfólk verða undirvíst í hesum og fleiri skulu verða ábyrgdarfólk, sum tryggja at øll alla tíðina eru við og at øll vitan er atkomulig.

Jalig orð

Tá rapport verður givin frá vakt til vakt, hendir lættliga at fokus verður á óynskta atferð. Við jaligum orðum skulu allir sjúklingar eisini umtalast út frá tí, sum tey gera væl og við eini jaligari málnýtslu. Hetta fyri at rapportgevan ikki verður neiligan lødd og at nýggj starvsfólk fáa eina neiliga fatan av sjúklingunum.

Stuðul tá ringt tíðindi eru

Tá ring tíðindi til sjúklingin kunnu skapa spentar støður, skulu starvsfólkini bera hesi við umsorgan/empati og á viðurkennandi hátt. Tað er í lagi, at sjúklingurin verður illur, keddur og frustreraður. (Hetta kann vera tá sjúkingurin fær at vita at hann ikki sleppur út, at kæruvendin hevur avvíst hansara kæru, at hann ikki fær ta vitjan hann hevði væntað osfr)

Lærið hvønnannan at kenna

Relatiónin millum sjúklingar og starvsfólk er sera umráðandi fyri at fyribyrgja konfliktir. Starvsfólkini innganga í daialog við sjúklingarnar um hvørji tey eru. Starvsfólkini kunnu t.d. fortelja hvørji tey eru, hvagani tey eru, hvørji ítriv tey hava og t.d. hvat ger tey glað.

Hjálpi hvørjum øðrum

Dagliga (í minsta lagi 3 ferðir um vikuna) eru fundir millum sjúklingar og starvsfólk. Fundirnir kunnu snúgva seg um alt millum himmal og jørð, men kunnu eisini virka sum eitt gott stað at kunna um dagin og tað, sum skal fyriganga tann dagin.

Sissandi átøk

Ein kassi við ymiskum lutum, sum starvsfólkini kunnu taka úr kassanum og brúka saman við sjúklingunum, um sjúklingarnir kenna ótta, vreiði, ófrið o.t.

Endurskapa tryggleika

Um tað hevur verið onkur ógvuslig hending á deildini, halda starvsfólkini debriefing fund við allar sjúklingarnar, antin í plenum ella í smáum bólkum. Hetta fyri at minka um angist og ótryggleika, tí konfliktir kunnu lættliga spjaðast gjøgnum kollektivan ótta og óró.

Útskrivingar heilsan

Tá ein sjúklingur verður útskrivaður, verður hann/hon spurdur um tey vilja skriva eini boð til nýinnlagdar sjúklingar, fyri at birta undir vón og trúgv upp á at alt verður betri.

 Les meira um safe Ward uppkastið 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.