Bíðilistar

IPLS - Interprofessionel læring og samstarv

IPLS - Interprofessionel læring og samstarv

Interprofessionel læring og samstarv (IPLS)

“Hví IPLS?”

Sjúklingar sóknast eftir, at tey sum eru partar av sjúklingagongdini, eru meira tilvitað og vitandi um hvønn annan, duga betri at samskipa ymisku átøkini, so hesi spæla saman, heldur enn at koyra tvær ella fleiri ymiskar sjúklingagongdir, og at starvsfólkini tosa saman sínámillum. Tørvur er á at menna eina praksis, har sjúklingurin er við og er í miðdeplinum,  skal tað eydnast at bøta um almanna- og heilsufakligu dygdina í síni heild”

IPLS er ein máti at samstarva og læra uppá, sum m.a. hevur fokus á, at sjúklingar og avvarðandi tilvitað og skipað verða tikin við í avgerðarprosessir, sum hava við teirra viðger at gera. Harafturat er eitt aðalkrav, at øll starvsfólk, sum eru tengd at eini sjúklingagongd, læra um, við og av hvørjum øðrum. Tað er tí neyðugt, at virðir og visiónir samsvara tvørtur um organisatiónir og geirar, við týðiligari leiðslu undirtøku og - stuðli, har samstarv og samskipan verða virðismett.

Fyrr var vanligt, at tað læknin segði var lóg, og sjúklingurin var ikki eftirspurdur. Tað hevur broytt seg munandi seinri árini, og í dag ynskja bæði sjúklingar, avvarðandi og ikki minst starvsfólk, at sjúklingurin er ein aktivur viðspælari, tá tað kemur til at velja viðgerðir til og frá og til at leggja sjúklingagongdina til rættis, soleiðis at hon sampakkar best møguligt við gerandisdagin hjá sjúklinginum. Tað vísir seg tó at verða lættari sagt enn gjørt og krevur eina øðrvísi hugsan, menatn og hugburð, enn tann sergeinaliga útugvingin hjá hvørjum einstøkum leggur upp til. 

Fyri at lætta um, hevur Psykiatriski depilin skipað fyri nøkrum skeiðum, har tilsamans 106 fólk úr ymsastaðni í landinum og úr kommunu, almanna- og heilsuverkið eru útbúgvin til IPLS fasilitatorar. Teirra uppgáva er at halda fast við og lætta um neyðugu hugburðsbroytingina. Á Psykiatriska deplinum hava vit á leið 20 slíkar fasilitatorar. 

Skeiðini leggja dent á, at skeiðsluttakararnir aftaná lokið skeið megna at:

  • At lætta um truplar prosessir, m.a. við konflikthondtering
  • Kveikja og stuðla toymissamstarvi og bólkaprosessum
  • Seta fokus á størri læring millum professiónirnar
  • Áhaldandi at tryggja, at sjúklingurin verður tikin við
  • At virka sum broytingarumboð

Fleiri tiltøk eru sprottin burturúr skeiðunum, m.a. tvørfakligi ráðleggingarfundurin á Psykiatrisku seingjardeildunum, sum tú kann lesa meira um her 

Les meira um IPLS her

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.