Bíðilistar

Skeið: Tónleikur í dagligdegnum

 

Skeið fyri starvsfólk, sum starvast innan røktarøkið:

Tónleikur í umsorganini fyri hin demensrakta

Tónleikur røkkur inn til kenslur okkara og kann geva tryggleika, nærveru og eina kenslu av at kenna seg aftur. Tí er týdningarmikið at hugsa tónleikin  inn í røktina av tí demensrakta, fyri at menna jaligar mátar at verða  saman upp á. Men tað krevur vitan um hvussu tónleikurin verður brúktur, tí líka so væl sum tónleikurin kann verða fevnandi og sissandi, kann hann elva til frástøðu og strongd.

Skeiðið um tónleik í demensrøktini fevnir um 2 grundeindir, sum hvør varar í 2 dagar, og er ætlað til starvsfólk sum arbeiða við fólki sum hava miðal til ringa demenssjúku. Høvuðsendamálið við skeiðnum er, at veita starvsfólki førleikar til at brúka sínar íbornu tónlistagávur í dagligdegnum og til at verða partur av tónlistarligari samvirkan við hin demensrakta. Skeiðsluttakarin fær vitan um, hví tað hevur týdning at brúka tónleik í umsorganini, og vit fara at ganga í gjøgnum ástøði um tónleik og heilsu, samkifti og samleika. Hesa vitanina kann skeiðsluttakarin brúka til at seta karmar um samveruna við hin einstaka,  til at samstilla og laga samveruna við persónin til, og til at arbeiða soleiðis, at tað er persónurin og sambandið við hann, sum er í miðdeplinum

Á skeiðnum fara vit at brúka royndir hjá skeiðsluttakarunum, so hvør einstakur má tí vilja seta seg sjálvan í spæl. Hetta er ein fortreyt fyri at fáaa fakligt innlit í, hvussu tú mennir persónstillagað sambond, umframt eitt fakmál fyri slík sambond. Tað tryggjar at luttakarin betri kann geva sína vitan víðari til starvsfelegar og á tann hátt samstarva um at menna ein gerandispraksis. Vit fara í dýpdina við fakligum hugtøkum og hættum at samskifta og samávirka, sum upp á sikt skal virka fyri at fyrbyrgja truplar røktar- og umsorganarstøður við demensraktum og menna eina jaliga umsorganarmentan

Undirvísari á skeiðnum er Hanne Mette Ochsner Ridder, professari í musikkterapi, sum í fleiri ár hevur arbeitt sum musikkterapeutur innan demensrøkt. Harumframt er hon leiðari av altjóða granskingarprogramminum í musikkterapi á Århus universiteti, útbúgvin kliniskur supervisor, limur av nevndini í danska Alzheimerfelagnum, og hevur skrivað eina røð av greinum og bókum um tónleik og demens

Nær: Skeiðið er: 19.-20. august 2019 og 22.- 23. november 2019

Stað: Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum.

Kostnaður: Kr. 2995,-

Tilmeldað verður, við at flyta upphæddina á konto 6460—183.475.6, viðmerk “Tónleikur” og navn á luttakara og senda teldupost til: marjun.restorff@ls.fo

 

Fyri nærri kunning, sí her

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.