Bíðilistar

Pallborðsfundur um tað demensvinarliga samfelagið

Pallborðsfundur um tað demensvinarliga samfelagið

Pilotverkætlanin “demensvinarligt samfelag”, sum Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava samstarvað um, er nú liðug og verður løgd alment fram í Østrøm 19. august 2019. Grundað á, at løgtingsval verður síðst í august 2019, er tað eitt gott høvi at fáa demensøkið á breddan, og tí skipar Alzheimerfelagið fyri pallborðsfundi aftaná framløgurnar.
Skrá:
Kl. 19.30. Fyrri partur
• “Demensvinarligt samfelag” – pilotverkætlan í Vágum: Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni
• Verkætlanarlýsing, mál og tilmælir: Maria Skaalum Petersen, Phd og leiðari í Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking
• Samskipan og samstarv í dagliga arbeiðnum: Lis Hansen, landsdemenssamskipari
• “Flowskema” og røktartestamenti: Majbrith Reynskorð, kommunalur demenssamskipari
• Kommunalt fyribyrgjandi arbeiði, demens- og avvarðandibólkar : Arnleyg Haraldsen, kommunalur demenssamskipari

• Heildartænasta og demenstoymi: Halldis Joensen, leiðari í Heimatænastuni í Vágum.

Spurningar til fyrra part

Kl. 20.30. Steðgur - kaffi/te og kakur
Framløgufólkini eru klár til eitt prát og hava faldarar um verkætlanina og tilmælini. Møguleiki er eisini at síggja aðrar faldarar og skjøl, ið vórðu gjørd í verkætlanartíðini.
Kl. 20.45. Seinni partur
Alzheimerfelagið skipar fyri politiskum pallborðsfundi um demensøkið. Høvi verður at seta spurningar og vóna vit at fáa eitt gott kjak.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.