Bíðilistar

Barna- og ungdómspsykiatri

Inngongd P20

Lat aftur

Barna- og ungdómspsykiatri

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Eirargarður 15
Telefon 30 47 40
Telefax 30 46 71
T-postur: BUpsyk@ls.fo

Vælkomin til B&U

Tit kunnu boða frá, at tit eru komin, til skrivaran, sum hevur skrivstovu beint við bíðirúmið.
Í bíðirúminum fæst te, kaffi, djús og smákøkur. 
Vit royna at sleppa undan bíðitíð, men tíverri kann tað vegna óvæntaðar umstøður henda, at tit noyðast at bíða.

Ókeypis internetsamband er til sjúklingar og avvarðandi.
Logga á Gestanetið.
Ongin kota krevst.

Samband

Opið
mánadag-fríggjadag
kl. 8-16.

Telefontíð - skrivari
mánadag-fríggjadag
kl. 10-12
tel. 304740

Er tørvur á bráðfeingis hjálp uttan fyri arbeiðstíð verður víst til vakthavandi kommunulækna á tlf 1870

Leiðandi starvsfólk

Camilla Henanger
Psykologur og Deildarleiðari

Súsanna Reinert Petersen
Yvirlækni, serlækni í barna- og ungdómspsykiatri

Hvat er barna- og ungdómspsykiatriska toymið
Vit eru ein ambulant eind á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Eindin tekur ímóti børnum og ungum úr øllum landinum, umframt familjum teirra. Arbeiðið fevnir um at útgreina (diagnostisera) og viðgera børn og ung til og við 18 ár.
Eindin hevur serkunnleika í at útgreina og viðgera børn og ung upp til 18 ár, ið hava menningarórógv, til dømis ADHD ella autismu, ella álvarsligar sálarligar trupulleikar t.d. tunglyndi, psykosu, ótta ella etingarólag.
B&U er eitt tvørfakligt toymi við serfrøðingum úr fleiri fakbólkum.
Vit samstarva við fleiri stovnar uttan fyri depilin, t.d. Sernám, Almannaverkið, Barnaverndartænastuna, skúlar/barnagarðar v.m.
Vit stremba ímóti, at familjan í mest møguligan mun hevur samband við somu starvsfólk.

Sí film um okkum her:

Hentar heimasíður:

www.ADHD.fo

www.autisma.fo

www.autismeforening.dk

www.adhd.dk

www.lmsos.dk (landsforeningen mod spiseforstyrrelser og selvskade)

www.ungmedskizofreni.dk

www.levemedadhd.dk

www.sinnisbati.fo

www.en-af-os.dk

www.psykiatrifonden.dk

www.angstforeningen.dk

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.