Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Psykiatriskar deildir

Psykiatriskar deildir

Fyrispurningar og fráboðanir

Hevur tú onkran fyrispurning um eitthvørt ella skal boða frá onkrum, t.d. avlýsa ella umbóka eina tíð, ger tú tað best við at skriva til psykinfo@ls.fo. So slepst undan at standa í bíðirøð í telefonini og læknaskrivararnir svara, so skjótt tað ber teimum til.

Ókeypis internetsamband er til sjúklingar og avvarðandi.
Logga á Gestanetið.
Ongin kota krevst.

Endurnýggjan av resept og serlæknaváttan

Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo 

Í teldupostinum skal upplýsast: 
- Fornavn og eftirnavn 
- Føðidato 
- Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast 
- Apotekið, sum heilivágurin skal sendast til 

Serlæknaváttan
Fyri at fáa serlæknaváttan, má ein seta seg í samband við Almannaverkið, tlf 360000 ella teldubústað av@av.fo

Depilsleiðsla

Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni
Teldupostur: tormodur.stora@ls.fo

Eydna Iversen Lindenskov, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur
Teldupostur: eydna.lindenskov@ls.fo

Bill Mc. Leod Jacobsen, Leiðslufulltrúi
Teldupostur: bilmc@ls.fo

Fyrispurningar til depilsleiðsluna verða avgreiddir umvegis leiðslufulltrúans teldupostbústað.

Ávísing til Psykiatriska depilin

Fyri at koma framat til viðgerðar á Psykiatriska deplinum, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella frá serlækna. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um talan skal verða um innlegging ella ambulanta viðgerð. 

Um okkum

Visjónin á Psykiatriska deplinum er “samskipað og samskapað røkt og viðgerð” og er hugsað sum ein samanhangandi røktar – og viðgerðargongd, sum saman við sjúklingi og avvarðandi hansara, fleir- og tvørfakligt arbeiða miðvíst frameftir.

Psykiatriski depilin er landsins einasta sjúkrahústengda viðgerðarstað fyri fólk við psykiatriskum avbjóðingum og hevur sum sína meginuppgávu at tryggja, at landsins borgarar fáa eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð til henda sjúklingabólk. Okkara uppgáva er at tryggja, at røktar- og viðgerðartilboðini, sum depilin hevur at bjóða, eru bygd á tað vitanargrundarlag, sum globalt finnist um psykiatriska røkt og viðgerð og samstundis tryggja, at okkara røkt og viðgerð er í trá við ta menning, sum er á økinum.

Á psykiatriska deplinum seta vit fokus á møguleikarnar, sum sjúklingurin hevur fyri at koma fyri seg, og krevur hetta, at sjúklingurin og avvarðandi hansara eru ein aktivur partur av tvørfakliga samstarvinum, bæði tá tað snýr seg um at leggja viðgerðina til rættis og tá tað kemur til tey átøk sum skulu gerast, fyri at sjúklingurin skal koma seg so skjótt og væl sum gjørligt. Ein annar týdningarmikil liður er gott samstarv við fakfólk og stovnar uttan fyri psykiatriska depilin, sum hava týdning fyri, at sjúklingurin kemur skjótt og væl fyri seg, og leggja vit tí stóran dent á, at fáa hetta at bera til so skjótt sum gjørligt eftir, at tørvurin hevur víst seg.

Vit leggja okkum sostatt eftir eini samskapandi heildarpsykiatri, sum verður skapað saman við sjúklingi og avvarðandi í einum tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi. Heildarpsykiatriin fevnir um ymsik tilboð sum eru heilsufremjandi, fyribyrgjandi, linnandi og viðgerandi, og sum styðja upp undir, at sjúklingurin kemur fyri seg og fær eitt lív, sum gevur meining fyri hann.

 

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.