Bíðilistar

Neyðtøkutilbúgving

Neyðtøkutilbúgving

Hvussu fái eg samband?

Tú kanst ringja á telefon 304600.

Tú fært samband við ein sjúkrarøktarfrøðing í Bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, sum verður um teg, tá tú kemur á sjúkrahúsið.

Vit svara alt samdøgrið allar dagar í vikuni.

Vit síggja ikki hvørjum nummari, tú ringir frá.

Hvussu verður tikið hond um meg?

Um neyðugt verður tú kannað av serlækna í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.

Vit fylgja upp um tína støðu nakrar dagar seinni og vegleiða teg um víðari framferð ella hjálp frá øðrum myndugleikum.

Eri eg noydd at melda tilburðin?

Nei, tú kanst venda tær til okkara, uttan at melda tilburðin til Politiið.

Vit goyma prógvini í 1 ár, um tú seinni ynskir at melda tilburðin.

Neyðtøkutilbúgving - telefon 304600

Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kanst tú seta teg í samband við neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum á tel. 304600. 

Tá tú kemur á sjúkrahúsið, verður ein sjúkrarøktarfrøðingur um teg, meðan tú verður kannað av serlækna í kvinnusjúkum. 

Tær nýtist ikki at melda tilburðin til Politiið, um tú setir teg í samband við okkum. Men vit goyma prógvini í 1 ár, um tú seinni ynskir at melda tilburðin. 

Um tú hevur tørv á víðari framferð, vegleiða vit teg í mun til aðrar myndugleikar.

Neyðtøkutilbúgvingin tekur sær av tær, sum hevur verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd innanfyri seinasta mánaðin, og seinastu 2 mánaðirnar, um tú hevur verið fyri tilburðinum uttanlands. Er longri tíð gingin, eigur tú at venda tær til tín kommunulækna.



Faldarar

Sálarlig árin eftir neyðtøku ella neyðtøkuroynd

Trauma reactions to sexual assault

Ráð til avvarðandi

Kvinnuhúsið

Ert tú útsett fyri harðskapi, ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki. Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at búgva á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við. 

Les meira á www.kvinnuhusid.fo 

 

 

  

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.