Hvussu fái eg samband?
Tú kanst ringja á telefon 304600.
|
Hvussu verður tikið hond um meg?
Um neyðugt verður tú kannað av serlækna í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.
|
Eri eg noydd at melda tilburðin?
Nei, tú kanst venda tær til okkara, uttan at melda tilburðin til Politiið.
|
Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kanst tú seta teg í samband við neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum á tel. 304600.
Tá tú kemur á sjúkrahúsið, verður ein sjúkrarøktarfrøðingur um teg, meðan tú verður kannað av serlækna í kvinnusjúkum.
Tær nýtist ikki at melda tilburðin til Politiið, um tú setir teg í samband við okkum. Men vit goyma prógvini í 1 ár, um tú seinni ynskir at melda tilburðin.
Um tú hevur tørv á hjálp til víðari framferð, vegleiða vit teg í mun til aðrar myndugleikar.
Kvinnuhúsið
Ert tú útsett fyri harðskapi, ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki. Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at búgva á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við.
Les meira á www.kvinnuhusid.fo