Bíðilistar

Mammografi screening

Mammografi screening

Til kvinnur 50-69 ár

Mammografiscreening er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár um, at fáa tikið røntgenmyndir av bróstinum.
Ein mammografiscreening kann vísa broytingar í bróstinum, sum ikki ber til at merkja við fingrunum.

Endamálið við slíkari kanning er, at kunna staðfesta bróstkrabbatilburðir tíðliga, veita skjóta og harvið mildari viðgerð, og minka um deyðstíttleikan av sjúkuni.

Innbjóðing

Screeningin gongur fyri seg á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og tekur bert fáar minuttir.

Ert tú í aldursbólkinum 50-69 ár, fært tú eina innbjóðing til mammografiscreening umvegis Mínboks.
Hevur tú ikki Mínboks fært tú innbjóðingina við vanligum posti.

Samband

Spurningar ella broytan av tíð:

Send boð til Røntgendeildin umvegis Mínboks. Minst til at upplýsa p-tal.

ella
send ein T-post á rtginfo@ls.fo

ella
ring á tel. 30 47 20
gerandisdagar millum
kl. 09.00-11.00

Hvat er screening?
Screening er kanning av frískum borgarum, har endamálið er fyribyrgjan av sjúku, ella at minka um deyðstíttleika.

Innbjóðing til bróstkrabbascreening
Screening fyri bróstkrabba er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár.  
Ert tú í hesum aldursbólkinum, fært tú eina innbjóðing til at møta á Landssjúkrahúsinum og fáa tikið røntgenmyndir av bróstunum annaðhvørt ár, frá tú verður innkallað fyrstu ferð, til tú ert 69 ár. 
Innbjóðingin kemur í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú innbjóðingina sendandi við vanligum posti.

Hvat er endamálið við screeningini?
Røntgenmyndir kunnu avdúka broytingar í bróstinum uppá fáar millimetur, sum ikki ber til at merkja við fingrunum.
Jú fyrr krabbamein verður uppdaga, jú størri er møguleikin fyri at sjúkan ikki hevur breitt seg og tí kann lekjast.

Hvar gongur screeningin fyri seg?
Screeningin gongur fyri seg á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og er til kvinnur uttan sjúkueyðkenni.
Hevur tú sjúkueyðkenni, er ikki nøktandi við screeningsmammografi, tvs. bert myndatøku. Í slíkum føri skalt tú fara til tín kommunulækna, og fáa eina ávísing til kliniska mammografi, har serkønur røntgenlækni kannar teg.

Hvussu gongur screeningin fyri seg?
Screeningin gongur fyri seg sum ein røntgenmyndatøka av bróstunum. Røntgentólið verður kallað ein mammografur, - sí myndina omanfyri.
Eitt starvsfólk, sum er útbúgvin radiografur tekur myndir av bróstinum. Tú stendur uppi undir kanningini.
Bróstið verður lagt á niðaru plátuna, í meðan ovara plátan verður pressa niður ímóti. Síðan verða 2-3 myndir tiknar. 
Kanningin tekur bert nakrar fáar minuttir.

Hvussu fái eg svar uppá screeningina?
Myndirnar vera kannaðar av tveimum serútbúnum røntgenlæknum, og síðani fært tú skrivligt svar, vanliga innan 4 vikur umvegis Minboks. Hevur tú ikki Minboks fært tú bræv sendandi við Posta.
Er nakað illgrunasamt verður tú innkallað av nýggjum til eina kliniska mammografikanning, har serkønur røntgenlækni kannar teg.

Donsk tøl vísa á, at 95-98% av screenaðu kvinnunum fáa at vita, at ongin tekin eru um krabbamein. 
2-5% av screenaðu kvinnunum, verða innkallaðar av nýggjum til kliniska mammografikanning.
Í einstøkum føri eru tekniskar orsøkir til, at ein kann blíva innkallaður av nýggjum. Td. um góðskan á røntgenmyndunum ikki er brúkbar, skulu nýggjar myndir takast.

Hvussu skal eg fyrireika meg?

  • Nýt ikki krem, talkum, deodorant og parfumu
    Við atliti til myndagóðskuna, mást tú ikki nýta hesar vørur á kanningardegnum. 
  • Kom í góðari tíð
    Týdningarmikið er at møta í góðari tíð, so tú ert klár, tá tú eigur at sleppa framat. Tað kann verða trupult at finna p-pláss til bilin við Landssjúkrahúsið.
  • Boðað frá serligum viðurskiftum
    Um serlig viðurskiftir eru, skalt tú seta teg í samband við Røntgendeildina, sí upplýsingar um samband omanfyri.

    Serlig viðurskifti kunnu verða t.d. um:

-tú gongur til kontrol fyri bróstkrabba.
-hevur implantat í bróstinum.
-nýtir koyristól, ber menningartarni ella er likamliga skerd sum viðførur, at teknisku tólini skulu stillast á serligan hátt, tá tú skalt kannast.

Hvussu er innbjóðing til mammografiscreening skipað
Screening verður gjørd í umførum. Tað merkir, at í eitt tíðarskeið uppá einar 3 til 5 vikur, verða kvinnur screenaðar, og so gongur ein tíð til tað aftur verður eitt umfar. 
Aftaná 2 ár hava allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár fingið innbjóðing, og byrjað verður av nýggjum. 
Á tann hátt fáa allar kvinnur í aldrinum 50 til 69 ár innbjóðing annað hvørt ár.

Tak hesa kunning niður sum faldara her.


Faldari
Soleiðis kannar tú bróstið sjálv 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.