Bíðilistar

Screening fyri lívmóðurhálskrabba

Screening fyri lívmóðurhálskrabba

Reglulig screening fyri lívmóðurhálskrabba
Allar kvinnur í aldursbólkinum 25-60 ár fáa bjóðað regluliga fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba. Hetta verður gjørt við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt. 

Um lívmóðurhálskrabba
Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar oftast kvinnur í bestu árum, og tað kemur meira enn so fyri hjá ungum kvinnum eisini. Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Tað ber til við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum at taka eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan til kanningar fyri kyknubroytingar. Leingi áðrenn nakað sæst við berum eygum, kunnu vera broytingar í kyknunum, sum bert síggjast við sjóneyku. Tí verða kvinnur í nevnda aldursbólki vanliga innkallaðar triðja hvørt ár.

Hvør kann kannast
Allar kvinnur í aldursbólkinum 25-60 ár fáa innkallingarbræv frá Landssjúkrahúsinum triðja hvørt ár við eini áminning um, at tíð er til nýggja kanning hjá egnum kommunulækna. Tú ringir sjálv til kommunulæknan og biður um eina tíð. Hevur tú ikki fingið innkallingarbræv, eigur tú at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 304518 millum kl 10.30-12.30 og gera vart við, at tú ikki fært innkallingarbræv.

Hvussu gongur kanningin fyri seg?
Kommunulæknin skavar eitt sindur av slími við lívmóðurhálsmunnan við eini lítlari bust. Tú fært ikki ilt av hesum. Í slíminum finnast kyknur. Kyknuroyndin verður send til patologisku deild á Hvidovre sjúkrahús til kanningar.

Hvussu fært tú svar?
Svarið verður sent aftur til tín kommunulækna og avrit til patologisku deild á Landssjúkrahúsinum. Tú og kommunulæknin avgera hvussu tú fært svarið.

Hvat vísur svarið? 
Normalar kyknur.
Tær flestu kanningar vísa normalar kyknir. Tað merkir at tú fært bræv við áminning um nýggja kanning triðja hvørt ár.

Óegnað kyknuroynd
Tað merkir, at ov fáar kyknir vóru í royndini, ella at tilfarið varð ov blóðugt. Kanning má í slíkum føri gerast av nýggjum. 

Kyknubroytingar
Tá víkja kyknurnar frá tí normala, og síggja øðrvísi út. Orsøkin kann verða bruni, irritatión, eftir føðing ella annað. 

Slíkar broytingar verða býttar upp í undanstigini: lætt, miðal og høgt stig. Hesi stig kunnu krevja ávikavist hálvt ára kanning hjá kommunulækna, 1 ára kanning hjá kommunulækna ella kanning hjá gynækologi. Við kanning hjá gynækologi sendir kommunulæknin eina ávísing til Landssjúkrahúsið. 

Meir um screening
Meir um screening fyri lívmóðurhálskrabba kann lesast á hesu síðu hjá Sundhedsstyrelsen og á Region Hovedstaden

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.