Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Blóðgevar

Inngongd

Lat aftur

Blóðgevar

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C.Svabosgøta 41-49
Tel. : 304522
Mail: bbank@ls.fo

Tappidagar

Mikudag og hósdag
kl. 8:15 til 14:00

Leiðandi starvsfólk

Joan M. Petersen
Deildarleiðari

Blóðbanki/klinisk Immunologi

Klinisk immunologi er sergrein sum umfatar tranfusiónsmedisin.
Uppgávan er at veita blóð til teirra, sum hava tørv á tí, og at útgreina ymiskar trupulleikar í samband við sjúklingar, sum hava andevni móti egnum ella fremmandum blóði.
Kanningar verða gjørdar av blóði frá sjúklingum, sum hava tørv á blóði beinanvegin, ella kunnu fáa brúk fyri blóði seinni, til dømis í samband við skurðviðgerð.

Tapping/blóðgoymsla
Blóðbankin hevur til uppgávu at veita tað blóð, sum tørvur er á.
Fyri at røkka hesum, er altíð ein ávís mongd av blóði á goymslu. Blóðbankin tappar umleið 40 blóðgevar um vikuna.
Tappidagar eru vanliga: miku- og hósdag kl. 8:15 til 14:00.

Starvsfólk

Deildarbioanalytikari er Joan M. Petersen.
Umframt deildarbioanalytikaran arbeiða 2-3 bioanalytikarar yrkadagar, og á tappidøgum 4 bioanalytikarar.

Samstarv
Blóðbankin samstarvar við blóðbankan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðoyar Sjúkrahúsi og blóðbankan á Ríkissjúkrahúsinum.

Svartíð
Svar fyriliggur sama dag, prøvin er tikin – undantikið rutinuroyndir í vikuskiftinum.
Blóðbankin gevur ikki svar út til sjúklingar ella avvarðandi teirra.

Samband
Blóðbankin tel. 304500, lokal 5610, bbank@ls.fo
Blóðgevarar tel. beinleiðis: 304522, bbank@ls.fo

Serlig P-pláss eru til blóðgevar uttanfyri Blóðbankan á sunnaru síðu av Landssjúkrahúsinum.

 

Vilt tú gerast blóðgevi?

Far inn á heimasíðuna Gevið blóð har tú finnur tilmeldingarblað.

 

 

 

 

 

 



Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.