Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Medisinsk seingjardeild (B6 medisinsk deild)

Inngongd

Lat aftur

Medisinsk seingjardeild (B6 medisinsk deild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

J. C. Svabosgøta 41-49
Hædd 6, Bygningur B
FO-100 Tórshavn
Tel. 304500

Vitjanar- og telefontíð

Vitjanartíð kl. 15.00 og 16.00 og kl. 19.00 og 20.00
Læknaskrivarar telefontíð kl. 10.30 og 12.30
Sjúkrarøktarfrøðingar telefontíð kl. 08.00 - 09.00 og 14.00 -15.00

Leiðandi starvsfólk

Guðni Remberg
Deildarleiðari

 Serøkir 

  • endokrinologi (stoffskiftisjúkur)
  • gastroenterologi (maga-, tarmsjúkur)
  • palliativ eind (2 pláss)
  • neurologi (nervalagssjúkur)
  • onkologi (krabbameinssjúkur)
  • reumatologi (giktasjúkur)
  • nefrologi (nýrasjúkur)
  • hæmatologi
  • infektiónsmedisin

Innlegging á deildini
Ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur innleggingarsamrøðu við tær, har spurt verður um ymiskt, ið er umráðandi hjá okkum at vita fyri at veita eina so góða røkt sum gjørligt. Í hesum sambandi kanst tú eisini seta spurningar og fáa greiði á møguligum ivamálum.  Lækni kannar og tosar við teg annaðhvørt á Brámóttøkuni ella á B6, har støða verður tikin til víðari kanningar og viðgerð.

Tak niður faldara Vælkomin á seingjardeild b6.


Dagliga gongdin á deildini
Um dagin hevur sami sjúkrarøktarfrøðingur ábyrgd av eini sjúklingastovu, og er tað hesin sjúkrarøktarfrøðingurin, ið veitir tær stuðul, hjálp og/ella røkt, alt eftir hvønn tørv tú hevur.
Stovugongd er vanliga millum kl. 10.00-12.00 og tá verður so vítt gjørligt ætlan løgd um víðari kanningar, viðgerð og/ella útskrivan. Hevur tú spurningar til stovugongd, eru eini góð ráð at skriva hesar niður, so tú tryggjar tær at minnast til tað, tú ynskir at spyrja um.

Samrøður og fyrispurningar
Um avvarðandi ynskja samrøðu við lækna, skalt tú sum sjúklingur geva loyvi til hetta og samrøðan er saman við tær. Ynski um samrøðu skal fráboðast í góðari tíð og so verður avtalað eitt ávíst tíðspunkt.
Um avvarðandi ringja til deildina við fyrispurningum, skal hetta gerast millum kl. 08.00-09.00 og kl. 14.00-15.00

Máltíðir á B6
kl. 07.30 Proteindrykkur
kl. 08.30  Morgunmatur
kl. 10.00  Proteindrykkur ella tílíkt
kl. 12.00 Døgurði
kl. 14.00 Seinnapartsdrekka
kl. 17.30 Nátturði
kl. 20.00 Kvøldrekka
kl. 22.00 Proteindrykkur

Føðslutrot
At vera sjúkur viðførir ofta, at matarhugurin verður niðursettur. Hetta er ein serlig avbjóðing, tí orkutørvurin samstundis økist. Tískil ynskja vit við tøttum samstarvi við teg, at tú so vítt gjørligt ikki kemur í eina støðu, har føðslutrot ger seg galdanadi. Um tú hevur serlig ynski viðvíkjandi mati, so er at kunna sjúkrarøktarfrøðingarnar um hetta.
Ynskiligt er, at etið verður í setstovuni.
Les faldara her um matin á deildini

Viðføri
Tú verður biðin um at hava egnar toiletlutir og inniskógvar við. Um tú tekur heilivág, verður tú biðin um, at taka hann við, umframt fullfíggjað yvirlit yvir heiligvágin tú tekur.

Virðislutir
Deildin hevur ikki møguleika at taka ábyrgd av virðislutum og peningi.

Prestur
Prestur er knýttur at sjúkrahúsinum. Vit hjálpa fegin við at fáa samband við prest ella annan persón frá samkomu, um ynski er til tess.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.