Bíðilistar

Ynskir tú at eiga á LS

Ynskir tú at eiga á LS

Ynskir tú at eiga á LS

Kunning til lesandi barnakonur, sum hava bústað í Danmark, og ynskja at eiga á Landssjúkrahúsinum
Lesandi føroyskar kvinnur sum búgva uttanlands, kunnu velja at eiga í Føroyum. 
Fyri at tú kann eiga í Føroyum og barnið kann verða skrásett eftir føðing, er neyðugt at tú fylgir vegleiðingini niðanfyri.

Ert tú búsitandi í Suðurjútlandi, eru serligar reglur galdandi, sí niðanfyri. 

Undan føðing

Áðrenn tú kemur til Føroyar
Tú skalt hava við tær ferðajournal og harumframt skalt tú fáa til vega svangerskabsjournal frá egnum lækna. Ert tú ella hevur tú verið sjúk, hevur havt kompliseraða viðgongu ella áður havt kompliseraða viðgongu ella føðing, er neyðugt at tú fært til vega avrit av journaltilfari frá sjúkrahúsi og møguliga eisini frá egnum lækna, sum lýsa hetta.

Fá til vega navn og bústað hjá sóknini, har tú hoyrir til. Tú kann t.d. finna tína sókn á www.sogn.dk.
Býrt tú í Suðurjútlandi, skalt tú í staðin fáa til vega navn og bústað hjá kommununi, sum tú býr í. Í Suðurjútlandi er tað kommunan sum skrásetir barnið í mun til Danmark annars, har tað er sóknin sum skrásetir barnið.

Fá til vega navn og bústað hjá heilsufrøðisskipanini, har tú hoyrir til.

Hav við avrit av navna- ella dópsbrævi, og vigslubrævi um tú ert gift.


Tá tú ert komin til Føroya
Set teg í samband við Ljósmøðraskipanina og bið um tíð til viðtalu hjá ljósmóðir.
Ljósmóðirin syrgir fyri at tú fær tikið neyðugar blóðroyndir áðrenn tú eigur.
Ljósmóðirin kunnar teg um møgulig tilboð um føðingarfyrireiking.  

Eftir føðing

Skráseting av nýfødda barninum
Tá barnið er føtt, sendir ljósmóðirin føðifráboðan til viðkomandi sókn/kommunu saman við avriti av navna/dópsbrævi hjá tær. Ert tú gift, sendir ljósmóðirin avritið av vígslubrævinum. Sóknin/kommunan skrásetir síðani barnið.

Faðirskap
Tú skrásetir sjálv faðirskapin hjá barninum á heimasíðuni www.personregistrering.dk. Her finnur tú eisini vegleiðing og skjøl at fylla út í sambandi við faðirskapið. Faðirskapið skal skrásetast í seinasta lagi 14 dagar eftir føðing.
Ert tú gift, verður faðirskapið skrásett sjálvvirkandi.

Pass
Tú fær eitt fyribilspass til barnið við at venda tær til Føroya Landfúta, avgreiðsla Yviri við Strond 17. Tú fær eina føðifráboðan frá ljósmóðrini, sum tú skal brúka til endamálið.
Tað er ikki eitt krav, at barnið er navngivið fyri at fáa fyribilspass.
Tað ber til at ferðast til DK við barninum, uttan at barnið hevur fingið fyribilspass. Tá er neyðugt at vísa føðifráboðanina sum samleikaprógv á Flogvøllinum. Mynduleikarnir viðmæla tó, at tú fær barninum eitt fyibilspass, m.a. tí tað ber ikki til hjá barninum at koma aftur til Føroya uttan fyribilspass.

Heilsufrøðisskipan
Verður tú verandi í Føroyum eina tíð aftaná føðing, boða vit Gigni frá, soleiðis at tú fær vitjan av heilsufrøðingi, meðan tú ert í Føroyum. Tá tú aftur fer til DK, boðar Gigni heilsufrøðinginum í Danmark frá.
Fert tú beinleiðis aftur til Danmarkar, tá tú hevur átt, sendir ljósmóðirin føðifráboðan til heilsufrøðingin í Danmark. Tú skal sjálv seta teg í samband við heilsufrøðingin tá tú ert komin til Danmarkar aftur.


Mannagongd um tú býrt í Suðurjútlandi
Serligar reglur eru galdandi í Suðurjútlandi í mun til Danmark annars. Her verður barnið skrásett hjá kommununi, har tú býrt. Er barnið føtt uttanfyri kommununa, skalt tú sjálv, sum skjótast eftir føðing og í seinasta lagið 14 dagar eftir føðing, lata kommununi føðifráboðanina. Gev gætur, at kommunan skal hava føðifráboðanina í hendi innan freistina. Tú fært føðifráboðanina frá ljósmóðrini, eftir at tú hevur átt.

Viðvíkjandi faðirskapi, heilsufrøðisskipan, pass v.m. eru vanligu reglurnar galdandi.

Tú er vælkomin at seta teg í samband við Ljósmøðraskipanina á Landssjúkrahúsinum, um eitthvørt er ógreitt.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.