Deildarkunning
J. C. Svabosgøta 62
|
Viðtalu- og telefontíð
Telefontíð: kl. 10.30 - 12.30, tó ikki mikudag
|
Leiðandi starvsfólk
Rannvá Debes Christiansen
|
Viðtalur
Sum barnakona hevur tú møguleika at fáa viðtalur við ljósmóður í viðgongutíðini, koma til føðingarfyrireiking, akupunkturviðgerðir, og roykisteðgiskeið. Tað er Ljósmøðratænastan sum skipar hesi viðurskifti.
Viðtala hjá ljósmóðir undir viðgongutíðini er í Bláa Ambulatoriinum, sí kortið omanfyri.
Týsdagar og hósdagar fara viðtalutíðir eisini fram í skurð ambulatoriinum B3. Tær barnakonur sum skulu møta í hølum á skurð ambulatoriinum, fáa boð um hetta frammanundan.
Ultraljóðskanning
Landssjúkrahúsið bjóðar barnakonukanningar í viðgongutíðini, herundir ultraljóðskanningar og læknaviðtalur fyri barnakonur við serligum tørvi. Tað eru serlæknar innan gynækologi og obstetrikk, sum gera hesar kanningar. Leiðbeining vísir til, har ultraljóðskanningin fer fra
Rokna termin
Tú kanst rokna tína termin út her.
Føðifyrireiking í Veistluhøllini fyri barnakonum við maka
Nú er greitt, nær føðifyrireikingarnar verða seinna hálvárið í 2023.
Føðifyrireikingar verða kl. 17-19 í Veitsluhøllini á Eirargarði (Tórshavn) hesar dagar:
Mikudag 30. aug og 6. sept. 2023
Mikudag 22. nov. og 29. nov. 2023
Tað er ókeypis at luttaka. Føðifyrireikingin er skipað í tveir partar:
Fyrri partur er um seinastu tíðina í viðgonguni, um føðing, arbeiðið við verkjum og pínulinnandi møguleikum.
Seinni partur er um, um okkurt er óvanligt, um bróstageving og barsil.
Fysioterapeutar eru eisini við og vegleiða um endurvenjing v.m.
Tit eru vælkomin at fylgja við á heimasíðuni ella Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum, tá føðifyrireikingin nærkast, tí viðhvørt koma broytingar fyri vegna veður ella sjúku.
Ikki er neyðugt við tilmelding til føðifyrireiking ella rundvísing!
Rundvísing
Rundvísing er á føðideildini fyrsta mánadag í hvørjum mánaði kl. 17.00. Tilmelding er ikki neyðug.
Gista í Gestalonini
Býrt tú uttanfyri Tórshavnar Kommunu er møguleiki fyri at gista í Gestalonini á Eirargarði 4.
Tá tú skalt eiga
Ring altíð áðrenn tit koma á deildina, á telefon nr. 304500—spyr eftir vakthavandi ljósmóðir.
Um tað er fyrsta barnið, og tú hevur fingið verkir, so er tað skilagott at bíða heima, til tað eru fimm minuttir ella minni ímillum verkirnar, og tað hevur verið soleiðis í ein tíma.
Um tú hevur átt fyrr, eigur tú at fara fyrr enn so á deildina.
Um fosturvatnið fer, eigur tú altíð at ringja. Í flestu førum verður tú biðin um at koma á deildina til kanningar. Um tað er náttartíð og alt er, sum tað eigur at vera - so kunnu tit vera heima, til tað verður dagur, ella til tú hevur fingið verkir.
Um tit eru í iva, ella um tit hava varhuga av, at alt ikki er, sum tað eigur at vera, so eru tit eisini vælkomin at ringja og tosa við vakthavandi ljósmóðir.
Á føðideildini eru 2 føðistovur. Undir føðing veitir ljósmóður tær føðingarhjálp, og eftir føðing fær tú tilboð um eina eftirføðingarkanning og samrøðu hjá ljósmóður.
Les meira um røkt og aðra praktiska kunning her.
Um tú ert lesandi og býr í Danmark, men ynskir at eiga á Landssjúkrahúsinum, kanst tú lesa her um hvørjir møguleikar eru.
Ert tú fyri stuttum flutt til Føroya, kanst tú lesa um fría sjúkrahúsviðgerð her.
Kunning
Faldarar við kunning til barnakonuna og nýggju familjuna og tilboð um screening av nýføðingum finnast her.