Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Hjarta- og lungnadeild (B8 medisinsk deild)

Lat aftur

Hjarta- og lungnadeild (B8 medisinsk deild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarupplýsingar

Hjarta- og lungnadeild
Hædd 8, Bygningur B
Tel. +298 30 45 00
T-postur: B8@ls.fo

Flytbar telefon: +298 30 45 48

Vitjanartíðir

kl. 15.00-16.00
og
kl. 19.00-20.00

Leiðandi starvsfólk

Katrin á Lakjuni
Deildarleiðari
Heidi Bech
Varaleiðari

Serøkir

  • hjartasjúkur
  • lungnasjúkur

Vælkomin

B8 er ein medisinsk seingjardeild á Landssjúkrahúsinum við sergrein innan hjarta- og lungnasjúkur. Niðanfyri fært tú kunning um praktisk viðurskifti og mannagongdir á deildini.

Fyrispurningar og kunning

Vit ynskja og arbeiða fyri at kunna sjúklingar og avvarðandi teirra so væl sum gjørligt um hvat henda skal undir innleggingini. Hevur tú tørv á meiri kunning, ert tú vælkomin at venda tær til heilsustarvsfólkini. Vaktarskifti er á deildini kl. 07:00-07:30, 15:00-15:30 og 23:00-23:30. Uttan fyri hesar tíðir kunnu avvarðandi spyrja til sjúklingin. Ringjast kann á tlf. 304500 og biðja um B8. Best er, um ein avvarðandi kunnar seg um støðuna hjá sjúklinginum og síðani ber boðini víðari til onnur avvarðandi, um tørvur er á tí. Legg til merkis, at kunning um sjúklingin bert er loyvd, um sjúklingurin loyvir tí.

Stovugongd

Gerandisdagar kl. 9 møtast sjúkrarøktarfrøðingar og læknar til forstovugongd, har ein ætlan verður løgd fyri einstaka sjúklingin. Aftaná forstovugongd byrjar stovugongd. Undir innleggingini fært tú ymiska kunning, og ofta eru nógvir spurningar. Vit mæla tær til at skriva spurningarnar niður, fyri at tú kanst fáa svar upp á flestu teirra undir stovugongdini.

Vitjanartíðir

Vitjanartíðir eru vanliga kl. 15:00-16:00 og 19:00-20:00. Í ymsum førum kunnu aðrar vitjanartíðir avtalast við heilsustarvsfólkini.

Yvirvaking

Sjúklingar liggja tíðum við ymsum tólum, ið gera tað møguligt at hava neyvt eftirlit við støðuni. Tólini hava ávaringarskipanir, sum kunnu tykjast órógvandi fyri bæði sjúklingar og avvarðandi. Gevið gætur, at ávaringarskipanirnar fyrst og fremst eru ætlaðar sum trygd fyri sjúklingin, og vit biðja tykkum halda okkum til góðar hesum viðvíkjandi.

 Máltíðir

Sjúklingar fáa mat bornan inn á stovuna ella í uppihaldsstovuna eftir ynski

Morgunmatur             kl. 08:30                      Døgurði           kl. 12:00

Seinnapartsdrekka      kl. 14:00                      Nátturði           kl. 17:30

Kvølddrekka               kl. 20:00

Hevur tú sukursjúku ella av øðrum orsøkum tørv á serkosti, bíleggja vit tað til tín. Til ber at fáa frukt, proteindrykkir, suppu og annan kost alt døgnið.

Sølubúðin

Sølubúðin er opin gerandisdagar kl. 08:00-20:00 og í vikuskiftunum kl. 14:30-20:00. Í sølubúðini kunnu avvarðandi m.a. keypa døgurða.

Heilivágur og sjálvrøkt

Tað er ikki altíð, at sjúklingar hava stundir at taka heilivág og ymiskt til sjálvrøkt við sær, tá teir verða innlagdir. Á deildini fæst m.a. tannbust og tannkrem umframt klæðir og vanligastu sløgini av heilivági eru á goymslu. Hevur sjúklingurin tørv á øðrum undir innleggingini, m.a. til sjálvrøkt ella annan heilivág, heita vit á avvarðandi um at koma við hesum.

Miðlar

Tað er loyvt at nýta fartelefon á deildini, men hugsa vinarliga um hini, tá ið tú tosar. Vit hava eitt sjónvarp í uppihaldsstovuni, og eitt sjónvarp sum í summum førum kann setast inn á stovuna hjá sjúklingunum. Vit hava ikki radiotól at lána út, men føroysku útvarpsrásirnar kunnu hoyrast í sjónvarpinum. Til ber at fáa atgongd til alnetið, ið er opið og eitur lsguest. Sosialurin er tøkur til innlagdar sjúklingar. 

Royking og rúsevni

Royking og nýtsla av rúsandi evnum er ikki loyvd á Landssjúkrahúsinum. Um tú ert áhugað/ur at leggja av, vilja vit fegin hjálpa.

Prestur

Á Landssjúkrahúsinum er prestur, sum kann koma at tosa við sjúklingar og teirra avvarðandi. Heilsustarvsfólkini kunnu hjálpa tær, at koma í samband við prest. Gudstænastur eru á deildunum av og á. Bíbliur og sálmabøkur eru tøkar á deildini til láns.

Rís og Rós

Vit vilja fegin frætta um títt nøgdsemi – bæði fyri og ímóti. Nýt ‘Rís og Rós’ kassan, ið hongur við lyftuna, ella skriva okkum ein teldupost: B8@ls.fo

Leiðsla

Í leiðsluni á B8 eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar og fýra yvirlæknar. Katrin á Lakjuni er deildarleiðari og Heidi Bech er varaleiðari. Jan Jóanesarson, Rudi Kollslíð og Marita av Steinum eru yvirlæknar á deildini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.