Bíðilistar

Pinkustovan

Pinkustovan

Deildarupplýsingar

Barsils og burðadeildin (A2)
Hædd 2, Bygningur A
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00

Leiðandi starvsfólk

Elin Sjóstein
Virkandi deildarleiðari

At gerast foreldur at einum ov tíðliga føddum og/ella sjúkum barni kemur óvart og er svárt. Fá foreldur eru fyrireikað uppá, at teirra nýfødda barn byrjar lívið sum sjúklingur, ið krevur gjølla eygleiðing, viðgerð og røkt.
Nøkur eru innløgd í stutta tíð, onnur kanska bert nakrar tímar, meðan onnur mugu verða innløgd í vikur og mánaðir.
Eisini foreldur eru ymisk og hava ymiskan tørv, men tey flestu vilja uppliva, at tað er trupult og krevjandi at fáa eitt ov tíðliga føtt og/ella sjúkt barn.

Hav í huga, at foreldur at ov tíðliga føddum børnum eru ov tíðliga vorðin foreldur.
Les faldaran um Neonatalstovuna her

Diagnosa og viðgerð
Barnalæknarnir hava ábyrgd fyri diagnosu og viðgerð. Teir kunna um støðuna hjá barninum, broytingar í støðuni og um úrslit frá týdningarmiklum kanningum. Tit vilja møta nógvum ymiskum røktarstarvsfólkum og læknum, sum øll meir ella minni taka sær av tykkara barni. Tó vilja tit skjótast møguligt fáa ein ábyrdarsjúkrarøktarfrøðing knýttan at tykkum, sum hevur ábyrgd av røktini hjá tykkara barni.

Yvirvakingartól
Á Neonatalstovuni eru nógv ymisk yvirvakingartól. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.