Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Ergo- og fysioterapideildin

Inngongd

Lat aftur

Ergo- og fysioterapideildin

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Samband

Ergoterapi - deild A3
Fysioterapi- deild A1

J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00

Upplatingartíðir

Mánadag- fríggjadag
kl. 08.00- 16.00

telefontíðir
Mánadag- fríggjadag
kl. 08.00-09.00 og 12.00-14.00

Viðtala sambært ávísing

Leiðandi starvsfolk

Álvur Hansen
Deildarleiðari

T-postur: alvha@ls.fo

Høvuðsuppgávan hjá deildini er at veita endurvenjing til innlagdar sjúklingar, sum hava fingið ávísing frá serlækna. 
Ambulant viðgerð kann gevast sum framhald av innleggjan og í ávísum føri eftir ávísing frá serlækna.
Sjúklingar, sum verða ávístir til endurvenjing hava vegna skurðviðgerð, sjúku ella brek niðursettar førleikar, sum kunnu geva teimum trupulleikar í gerandisdegnum. 

Ergo- og fysioterapi verður veitt sjúklingum á bæði somatisku og psykiatrisku deildum. Sí psykiatriskar deildir her.  

Endurmenning og venjing 
Ergo- og fysioterapeutar kanna, viðgera og eftirmeta sjúklingar. Stórur dentur verður lagdur á, at sjúklingurin sjálvur hevur ávirkan á gongdina.
Endamálið er at sjúklingurin fært ment sínar førleikar til mest møguligt sjálvbjargni í gerandisdegnum.

Her verður hugsa um:

  • Fysiskar førleikar: At gerast so væl fyri fysiskt sum yvirhøvur gjørligt
  • Egin umsorgan: Persónlig røkt, at koma íkring inni og úti, at klára seg sum borgara
  • Arbeiði: lønt/ólønt arbeiði, húsligt arbeiði, skúla ella útbúgving
  • Frítíð: ymisk ítriv og áhugamál, ítróttur, vitja fólk v.m.

Í viðgerðini verður arbeitt við terapeutiskari tilgongd, har fysiskir førleikar at flyta seg og klára gerandis uppgávur verður vant.
Fyri sjúklingar, sum ikki hava allar neyðugur førleikar, ber til at tillaga arbeiðsuppgávur og/ella umhvørvi, fyri á tann hátt at kompensera fyri teimum manglandi førleikunum. 
Ergo- ella fysioterapeutur kann hjálpa við eyðmerkja neyðugar tillaðingar í nærumhvørvinum hjá sjúklinginum. 

Fyribyrgjan av afturstigi 
Eitt týðandi endamál við endurvenjing er eisini at fyribyrgja, at sjúklingurin fær afturstig. Tí verður í viðgerðini hugsað um, hvørji tilboð og møguleikar eru í nærumhvørvinum.

Les faldara um endurvenjing her, sum Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur latið gjørt. (Sæst best í Google Chrome)

Endurvenjingarætlan
Sum sjúklingur hevur tu rættindi at fáa eina endurvenjingarætlan. Sí Kunngerð um endurvenjing í sjúkrahúsverkinum her.

Faldarar
Tilboð um endurvenjing innan sjúkrahúsverk, almannaverk og kommunur 
Nýtt knæ - vegleiðing fyri, undir og eftir innlegging 
Nýggja mjødn - vegleiðing fyri, undir og eftir innlegging 
Menisk skurðviðgerð 
Nýtt fremra krossband 9ACL)
Slitin hælsina (achilles)
At ganga á høkjum, tá ið tú stígur á beinið
 
At ganga á høkjum, tá ið tú ikki stígur á beinið 
Torticollis
Venjing í viðgongutíð
Venjingar til innlagdar sjúklingar

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.