Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Apopleksi deild (B7 medisinsk deild)

Lat aftur

Apopleksi deild (B7 medisinsk deild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarupplýsingar

J.C.Svabosgøta 41-49
Hædd 7, Bygningur B
Tel. +298 30 45 00

Vitjanartíðir

kl. 15.00-16.00
og
kl. 19.00-20.00

Leiðandi starvsfólk

Elisabeth Michelsen Hjaltalin
Funktiónsleiðari

Húngunn Højgaard
Varaleiðari

Apopleksideildin
Deildin er ein endurvenjingardeild fyri sjúklingar við apopleksi.
Endamálið við Apopleksideildini er at kanna, viðgera og røkta sjúklingar við apopleksi.
Endurvenjingin byrjar beinanvegin, sjúklingurin verður innlagdur, og er ein týðandi partur í samlaðu viðgerðini. Málið er, at sjúklingurin gerst so sjálvbjargin í gerandisdegnum sum til ber.
Á deildini er viðgerðartoymi við lækna, skrivara, røktarstarvsfólki, ergoterapeuti, fysioterapeuti, logopædi, kostráðgeva og neuropsykologi.
Starvsfólkið á deildini ynskir eitt gott samstarv við sjúkling og avvarðandi, so øll kenna seg væl kunnað og trygg við viðgerð og endurvenjing á deildini.

Sjúklingurin og avvarðandi eru miðdepilin í arbeiðinum á deildini og vit veita frálæru, stuðul og umsorgan bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi.
Deildin hevur 8 neurointensivar sengur (apoplexia cerebri) og 2 sengur til akuttar neurointensivar sjúklingar. 
Apopleksideildin hevur 10 seingjapláss, 2 akut og 8 endurvenjingarspláss, og er partur av medisinska deplinum

Undir innleggjan
Ta fyrstu tíðina verða kanningar gjørdar fyri at staðfesta atvoldina til apopleksi, og neyðug viðgerð verður sett í verk. Innan 1-2 døgn kunnar læknin um støðuna hjá sjúklinginum og um tær kanningar, ið eru gjørdar. Næstu dagarnar leggur viðgerðartoymið ætlan fyri endurvenjingina. Endurvenjingin byrjar, tá sjúklingurin kemur á deildina og er alt samdøgrið. Hetta inniber til dømis at koma upp, vaska sær, lata seg í, eta o.s.fr. Virksemið á B7 hevur til endamáls at endurvenja sjúklingin sambært eini tilrættalagdari ætlan, sum svarar til tey mál, sum sett eru fyri júst tann sjúklingin. Umráðandi er at hava hóskandi klæðir við á deildina, so sum buksur at venja í og skógvar sum sita væl, t.d. sandálur við hælreim.

Familjusamrøða
Samskifti við sjúkling og avvarðandi er ein týðandi partur av sjúklingagongdini. Tískil bjóða vit sjúklingi og avvarðandi samrøður við toymið. Innan 10 dagar verður innkallað til familjusamrøðu. Í samrøðuni luttaka sjúklingur, avvarðandi og viðgerðartoymið. Her verður tikið samanum viðvíkjandi fyrstu tíðini á deildini. Sjúklingur og avvarðandi greiða frá støðuni áðrenn innlegging. Toymið greiðir frá sjúkustøðu, medisinskari viðgerð, venjing í gerandisdegnum á deildini, fysioterapi og ergoterapi. Tosað verður um bústaðarviðurskifti, og kunnað verður um møguliga heimavitjan, sum er fyri at meta um umstøðurnar í heiminum við atliti at vikuskiftisfrí og útskriving. Um neyðugt, verður mælt til at søkja røktarheimspláss so tíðliga í sjúklingagongdini sum gjørligt, tí bíðitíðin í flestu førum er long.

Miðskeiðissamrøða
​Í hesi samrøðuni verður tosað um núverandi støðu sjúklingsins. Eisini verður tosað um bústaðarviðurskifti við atliti at vikuskiftisfrí

Endasamrøða
Stutt áðrenn útskriving verður innkallað til eina endasamrøðu. Her verður útskriving løgd til rættis.

Heim um vikuskiftið
Tað er umráðandi, at sjúklingurin sleppur heim at royna seg og uppliva onnur viðurskifti, sum stimbra og geva nýggja orku til venjing. Tí verður mælt til, at sjúklingar fara heim um vikuskiftið at royna seg.

Gerandisdagurin á Apopleksideildini

Kl. 7.00 – 9.00

Persónlig røkt
Her verður vant at gera flytingar frá song til stól/koyristól, at busta tenn, vaska sær, lata seg í og tílíkt.

Kl. 8.00
Morgunmatur

Kl. 10.00 – 12.00 og 13.00 – 15.00
Kanningar/Venjing
Stovugongd og kanningar fara fram eftir tørvi Avtalaðar venjingar við terapeuti Avvarðandi eru vælkomin at luttaka til venjingar við terapeuti eftir avtalu.

Kl. 11.30 – 13.00
Døgurði
Máltíðirnar eru umráðandi fyri at fáa neyðuga orku. Samstundis verða máltíðirnar brúktar sum liður í endurvenjingini. Til høvuðsmáltíðirnar hevur sjúklingurin tørv á at kunna hugsavna, og tá er umráðandi, at avvarðandi ikki eru til staðar í matstovuni.

Kl. 13.00 – 14.00
Hvílutíð
Aftaná apopleksi eru sjúklingar móðari enn vanligt. Tað er tí umráðandi, at sjúklingurin fær hvílt seg mitt um dagin. Ymiskt er, hvussu nógva hvíld hvør einstakur hevur tørv á. Vitjandi verða biðin um ikki at órógva hesa tíð á degnum.

Kl. 14.00
Seinnapartsdrekka

Kl. 15.00 – 16.00
Vitjanartíð

Kl. 17.30 – 18.30
Nátturði

Kl. 19.00 – 20.00
Vitjanartíð

Kl. 20.00
Kvølddrekka
Møguleiki er at hyggja í sjónvarp í uppihaldsstovuni, spæla spøl, lesa og tílíkt

Til ber at taka hesa kunning niður sum faldara her: Vælkomin á B7 

Hentar heimasíður
www.hjernesagen.dk www.dsfa.dk

Eisini ber til at venda sær til:
Heilafelagið í Føroyum
tlf. 321520 ella T-post: heilaf@post.olivant.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.