Bíðilistar

Viðgerð í Danmark

Viðgerð í Danmark

Landssjúkrahúsið

Uttanlandstænastan
Tel. 304750
Telefontíð kl. 08.00-12.00

T-postur: patient@ls.fo

Klaksvíkar sjúkrahús

Tel. 45 45 45.
Bið um sjúklingaskrivstovuna

T-postur: patient@ks.fo

Suðuroyar Sjúkrahús

Tel. 34 33 00.
Bið um sjúklingaskrivstovuna

T-postur: patient@ssh.fo

Niðanfyri her kanst tú lesa um viðurskifti sum hava at gera við kanning ella viðgerð uttanlands.
Tú kanst eisini prenta tær somu kunning sum faldara her.

Tá sjúklingur hevur fingið ávísing til viðgerð uttanlands, er tað føroyska sjúkrahúsið, sum skipar fyri og rindar ferð og uppihald á sjúklingahotelli frá sama degi ella degnum fyri, at sjúklingurin skal møta til viðgerðar ella til kanningar á staðnum.

Á Landssjúkrahúsinum er tað Uttanlandstænastan, ið tekur sær av ferðing uttanlands til sjúklingar, ið eru ávístir av Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eru tað sjúklingaskrivstovurnar á staðnum, sum taka sær av hesum.
Sí kontaktupplýsingar omanfyri, og aðrar hentar adressur á vinstra bredda. 

Ferðin
Tá sjúklingur verður ávístur til viðgerð­ ar uttanlands, verður avtalað um fráferð gjørd við føroyska sjúkrahúsið. Sjúkrahúsið sendir sjúklingi og møguligum fylgjara ókeypis ferðaseðil við telduposti ella postinum.
Í innskrivingini á flogvøllinum verð­ur bókingarnummarið á ferðaseðlunum brúkt saman við passi ella øðrum samleikaprógvi við mynd í. Tíðin fyri fráferð stendur á ferðaseðlinum, og miðað verður móti, at ferðaseðilin hevur áteknaða heimferð áðrenn fráferð úr Føroyum.
Um ferðaseðilin er opin, verður bókingarnummarið brúkt, tá heimferðin verður bíløgd. Um heimferðin ikki verður, sum ásett, skal hetta fráboðast sjúkrahúsinum, sum sendir sjúklingin avstað. Til ber at broyta heimferð um sjúkustøðan er orsøk til tess. Er sjúklingur illa gongdur, og tørvur er á koyristóli á flogvøllinum ella fyri serstakari hjálp, skal hetta boðast frá, tá ferðaseðilin verður bílagdur.

Frá bústaði/Landssjúkrahúsinum til Vágar
Landssjúkrahúsið endurrindar ferðaseðil svarandi til almennar takstir við Strandferðsluni frá bústaði og vestur í Vágarnar. Hetta merkir, at um ein t.d. brúkar bygdaleiðir, endurrindar Landssjúkrahúsið rutugjald frá buss steðgiplássi næst heimstaðnum til flogvøllin og retur. Er tørvur á øðrum flutningi skal hetta avtalast við Landssjúkrahúsið frammanundan.

Uppihald  
Sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, verða vístir til eitt sjúklingahotell, tá teir ikki eru innlagdir á viðgerðarstaðnum. Verður fylgjari játtað­ ur, skal hann altíð brúka sama sjúklingahotell sum sjúklingurin, men kann hava annað uppihaldsstað, tá sjúklingurin er innlagdur. Velur sjúklingurin sjálvur at búgva aðrastaðni, enn sjúkrahúsið ávísir, ber sjúklingurin sjálvur uppihalds– og kostútreiðslurnar. Somu treytir eru galdandi fyri játtaðan fylgjara.

Fylgjari
Vanliga ferðast sjúklingurin einsamallur. Metir yvirlæknin, at sjúklingurin av heilsuávum ikki kann ferðast einsamallur, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kann fylgja við sjúklinginum til viðgerðarstaðið. Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur – vanliga avvarðandi – verða játtaður at fara við sjúklinginum sum fylgjari.
Er ikki lógarheimild at senda fylgjara við sjúklingi, kann sjúklingurin tó altíð velja at taka fylgjara við sjálvur. Í slíkum føri kann ferðaseðil bíleggjast gjøgnum starvsfólk hjá Atlantsflog, sum hevur arbeiðsstað á Uttanlandstænastuni.
Uttanlandstænastan og sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi vegleiða um, hvussu uppihald kann útvegast.

Treytirnar fyri, at sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri fylgjara, eru hesar:
Lívshóttandi sjúka og/ella likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri.
Við lívshóttandi sjúku er at skilja eitt nú bráðfeingis lívshóttandi sjúku, tá ið útlit eru fyri at støðan kann versna munandi, og tá ið diagnosa verður sett um lívshóttandi sjúku.

Sálarligt, likamlig og sosialt ófullføri
Við sálarligt ófullføri er at skilja eitt nú sjúklingar, ið hava sálarsjúku ella menningartarn. Við likamligt ófullføri er at skilja eitt nú sjúklingar, ið sita í koyristóli ella á annan hátt eru ófullførir, t.d. vegna aldur, ferðsluvanlukku ella aðrari vanlukku. Um sjúklingur t.d er illa gongdur og hevur trupulleikar at bera viðførið o.a., ber til at skipa fyri praktiskari hjálp á staðnum, og er hetta ikki at rokna sum heilt serlig viðurskifti.
Við sosialt ófullføri er at skilja sjúklingar, ið hava álvarsligar trupulleikar við at ferðast og uppihalda sær einsamallir uttanlands, hóast talan ikki er um likamligt ella sálarligt ófullføri. Um sjúklingur hevur trupult við at finna og at skilja málið, ber tað til at skipa fyri praktiskari hjálp á staðnum. Sama er galdandi, um sjúklingur hevur flúgviræðslu. Tá er møguleiki fyri at sigla/ ferðast við skipi.

Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum og sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar– og Suðuroyar Sjúkrahúsi taka støðu til, um sjúklingurin lýkur treytirnar fyri at fáa játtaðan fylgjara. Sjúkrahúsið rindar tá ferðina og lutvíst uppihaldið á sjúklingahotelli hjá játtaðum fylgjara. Játtaður fylgjari rindar eitt gjald fyri innivist við kosti, sum er kr. 150,- um dagin, tó ongantíð meira enn kr. 1.500,um mánaðin.
Lóg, kunngerð og vegleiðing til kunngerð eru at lesa aðrastaðnis á ls.fo 

Krav til fylgjara
Fylgjarar skulu verða um sjúklingin og hjálpa honum undir viðgerðini uttanlands. Játtaður fylgjari skal vera myndugur og førur fyri at átaka sær uppgávuna sum fylgjari. Fylgjarin skal ikki hava aðrar ábyrgdir, meðan hann er fylgjari hjá sjúklinginum.

Sjúklingur lýkur ikki treytirnar fyri játtaðan fylgjara
um støðan er støðug, ella viðgerðin fevnir um vanligar útvortis kanningar ella afturvendandi eftirlitsvitjan.

Herundir koma: 
- krabbameinssjúklingar, sum ferðast til eftirlitsvitjanir ella kyknuliga viðgerð (kemoviðgerð), har hjáárin ikki væntast fyrr enn aftaná heimkomu til Føroyar.
- hjartasjúklingar, sum skulu undir ikki lívshóttandi skurðviðgerðir, m.a. hjarta/æðrakanning, har ikki verður roknað við krúnæðrasjúku, sum krevur opna skurðviðgerð.

Hjartasjúklingar, sum bráðfeingis eru viðgjørdir fyri blóðtøpp á sjúkrahúsinum og verða bráðfeingis sendir nið­ ur til hjarta/æðrakanning fáa vanliga ikki fylgjara við. Hetta av tí, at viðgerðin á sjúkrahúsinum hevur ført við sær, at sjúklingurin tá vanliga er uttanfyri lívsvanda. Hesir hjartasjúklingar fáa í flestu førum heilsustarvsfólk við, sum skulu tryggja fakliga eftirlitið undir sjálvum flutninginum og veita viðgerð, um hetta er neyðugt.
Í teimum førum, har tað hendir, at sjúklingurin á Ríkissjúkrahúsinum fær at vita, at hann skal til opna skurðviðgerð, so sum „bypass“, verður fylgjari sendur eftirfylgjandi frá tí løtu, at sjúklingurin hevur fingið boðini um skurðviðgerð.
Fylgjari, sum sjúkrahúsið ikki hevur ávíst, skal sjálvur bíleggja og rinda fyri ferðaseðil og uppihald antin á sjúklingahotelli ella aðrastaðni.

Fylgjari til børn og ung undir 18 ár
Er sjúklingur yngri enn 18 ár, ber sjúkrahúsverkið ferða– og uppihaldsútreiðslur, so ein fylgjari kann fara við sjúklinginum uttanlands.Tó hevur fylgjarin eitt egingjald sum er kr. 150,- um dagin, tó ongantíð meira enn kr. 1500,- um mánaðin.

Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið tó bera ferða– og uppihaldsútreiðslur soleiðis, at bæði foreldrini kunnu fara við barni uttanlands til viðgerðar. Her kann talan verða um barn ella ungan, ið hevur álvarsligt brek t.d. fjølbrekað, ella lívshóttandi sjúku ella barn/ungan, ið fer at fáa staðfest álvarsama diagnosu t.d. menningartarn, autismu ella lívshóttandi sjúku. Eitt atlit at taka í hesum føri er eisini aldur á barninum.
Er talan hinvegin um umstøður, sum eru støðugar t.d., tá talan er um eftirlitsvitjanir v.m., játtar sjúkrahúsverkið sum meginreglu ikki tveir fylgjarar at fara við einum barni.

Sjúkralega í longri tíðarskeið
Um ein sjúklingur, sum hevur fingið fylgjara, liggur sjúkur uttanlands í 4 vikur ella longri, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar kunnu skiftast um at fara uttanlands at verða um sjúklingin, so ein fylgjari kann vera skiftur út aftaná 4 vikur.
Ynskja fylgjarar at skiftast um at verða um sjúklingin í styttri tíðarskeið, bera fylgjararnir sjálvir ferðaútreiðslurnar. Sjúkrahúsverkið ber tó uppihalds– og kostútreiðslurnar hjá viðkomandi. Vel­ur fylgjari annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi, ber fylgjarin sjálvur uppihalds– og kostútreiðslurnar, ið standast í hesum sambandi.
Fylgjari, ið hevur fingið játtað ferða– og uppihaldsútreiðslur frá sjúkrahúsverkinum, skal brúka sama uppihaldsstað sum sjúklingurin.

CPR nummar og Nem ID veitir atgongd til tín danska sjúklingajournal
Tá tú skal í serviðgerð í Danmark, er hent at fáa eitt danskt persónnummar (CPR nummar). CPR nummarið er tín talgildi samleiki í donskum KT skipanum, og er ein fyritreyt fyri at fáa Nem ID. Nem ID er ein lykil, ið gevur tær atgongd til tín danska sjúklingajournal á www.sundhed.dk, har danska heilsuverkið skrásetir upplýsingar um tína viðgerð.
Við hesari atgongd kanst tú sjálv/ur síggja heilsuupplýsingar, sum eru skrásettir í danska sjúklingajournalinum, óansæð um tú ert í Danmark ella í Føroyum.
Sjúkrahúsverkið í Føroyum syrgir fyri, at tað danska CPR nummarið verður skrásett í føroysku sjúklingajournalini, soleiðis at tað er tøkt tá og um ein sjúklingur verður sendur til Danmarkar.

Til ber at fáa eitt CPR nummar frá Ríkisumboðnum í Føroyum. Oyðublað at søkja um fyrisitingarligt CPR nummar fæst á heimasíðu teirra her. Tað tekur nakrar dagar hjá Ríkisumboðnum at avgreiða tína umsókn. Uml. miðjan februar ber til at fáa NemID samstundis, sum tú fær eitt CPR nummar. Hevur tú búð í Danmark áður, so hevur tú sama CPR nummar, sum tú hevði tá. Tá upplýsir tú títt danska CPR nummar fyri Sjúkrahúsverkinum.

Allir borgarar kunnu koma í støður, har neyðugt er hjá Sjúkrahúsverkinum, at ávísa til viðgerð í Danmark.
Tí kann vera hent hjá øllum, at hava danskt CPR nummar, ið lættir um, tá læknarnir á sjúkrahúsunum í Føroyum og Danmark skulu samskifta um sjúklingagongdina.

Heimferð
Tá viðgerðin er liðug, kann heimferðin bíleggjast hjá umboði hjá Atlantic Airways, sum hevur arbeiðsstað á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, ella á Sjúklingahotell Tórshavn, um gist verð­ ur har. Í teimum førum, har ferðaseðilin er opin, ella broyting er neyðug, fæst hjálp til hetta við at venda sær til Uttanlandstænastuna ella sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Er neyðugt við serstakari hjálp til heimferð, vendir deildin ella sjúklingahotellið sær til sjúkrahúsini.

Flutningur uttanlands
Saman við ferðaseðlinum fær sjúklingurin ein flutningsseðil frá sjúkrahúsinum. Tá sjúklingurin kemur heim aftur til Føroya, skal hann senda flutningsseðilin og kvittaninar fyri ferðaútreiðslur til sjúkrahúsið í brævbjálvanum, sum fylgdi við. Síðan verða útreiðslurnar endurgoldnar sjúklinginum. Nærri kunning um, hvørjar flutningsútreiðslur verða endurgoldnar, fæst við at venda sær til sjúkrahúsini í Føroyum. Gevið gætur: Ferðast eigur altíð á bíligasta hátt. Sjúkrahúsið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið, um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt. Tí eigur hetta at verða avtalað við sjúkrahúsini áðrenn.

Minnist til:

Pass ella annað samleikaprógv við mynd
Hetta verður brúkt á flogvøllinum undan fráferð, eisini um tit skulu hava samband við útlendskar myndugleikar ella peningastovnar.

Sjúkraváttan, sum oftast er útskrivað av kommunulækna, skal latast arbeiðsgevara ella Almannaverkinum.

Heilivágur og møguligar ávísingar (reseptir)
Sjúklingar, sum fáa heilivág við innspræning, t.d. insulin, mugu hava váttan um hetta frá egnum lækna ella yvirlæknanum á sjúkrahúsinum. Loftferðslumyndugleikarnir kunnu krevja at síggja váttan frá ferðafólki, sum hava sproytur í handviðførinum. Váttan um sterkar tablettir fæst á apotekinum, og verður rópt eitt „pillepas“.

Flutningur innanlands
Vanliga siga vit, at allur flutningur skal fara fram við rutunum hjá tí almenna, tað vil siga við Bygdaleiðum og Strandferðsluni. Men tað er altíð sjúkrahúsið, sum tekur støðu til flutningin. Sjúkrahúsið endurrindar útreiðslur í sambandi við flutning vestur á flogvøllin. Endurgjaldið verður veitt frá busssteðgiplássi ella samferðsluhavnini, sum er næst heiminum hjá sjúklinginum.
Sjúklingurin skal tó leggja út og goyma kvittanirnar, sum skulu sendast sjúkrahúsinum saman við flutningsseðlinum.

Flutningur við sjúkrabili ella tyrlu
Flutningur beinleiðis av sjúkrahúsi á flogvøllin við sjúkrabili ella við tyrlu er ókeypis. Tað er bert pláss fyri einum avvarðandi í sjúkrabilinum, um einki starvsfólk er við. Sjúklingar og møguliga avvarðandi mugu av trygdarávum bert hava handviðføri við. Hjálpartól sum koyristólar, gangistativ, rullustólar (rollatorar) og luftmadrassur sleppa ikki við í sjúkrabilin.

Frá flogvøllinum til Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúklingar og ávístir fylgjarar, sum skulu búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn, verða heintaðir á flogvøllinum í Kastrup. Tey skulu fara til „Meeting point“, til høgru í komuhøllini í Terminal 3, har eitt hýruvognsstarvsfólk stendur við einum „Sjúklingahotel Tórshavn“ skelti.
Játtaðir fylgjarar ferðast ókeypis við sjúklinginum. Onnur, sum ikki eru játtaðir fylgjarar, hava eitt gjald soljóðandi: 100 kr. fyri avvarðandi vaksin 50 kr. fyri avvarðandi børn. Annars er galdandi at taka bíligasta ferðaflutning.

Beinleiðis á Ríkissjúkrahúsið
Til ber at koyra beinleiðis á Ríkissjúkrahúsið við bilinum sum skal til Sjúklingahotellið Tórshavn, um pláss er. Hetta skal tó verða avtalað við sjúkrahúsið í Føroyum áðrenn. Um hetta ikki letur seg gera, rindar tú í fyrstu atløgu fyri hýruvognin, goymir kvittanirnar og fært peningin endurrindaðan av sjúkrahúsinum. Til ber at koyra beinleiðis á Ríkisjúkrahúsið við bilinum, sum skal til Sjúklingahotellið Tórshavn, um pláss er. Hetta skal tó verða avtalað við sjúkrahúsið í Føroyum áðrenn.

Viðgerð uttanfyri Keypmannahavn
Sjúkrahúsið í Føroyum rindar eisini ferðakostnaðin fyri sjúklingar, sum skulu til viðgerðar uttan fyri høvuðsstaðarøkið, Keypmannahavn. Flutningurin skal fara fram so bíliga, sum ráðiligt er, tað vil siga, helst við bussi ella toki. Eisini her má sjúklingurin leggja út og goyma kvittaninar.
Sjúklingar, sum eru ávístir til viðgerð uttan fyri høvuðsstaðarøkið, verða vístir til uppihaldsstað, sum hoyrir til ávísta sjúkrahúsið ella viðgerðarstaðið. Er uppihaldsstaðið nær við sjúkrahúsið, fær sjúklingurin ikki endurgjald fyri flutningin til sjúkrahúsið.
Føroyska sjúkrahúsið ger av, hvussu flutningurin skal fara fram ímillum ávíst uppihalds– og viðgerðarstað uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Eisini her er meginreglan at ferðast skal á bíligasta hátt.

Tá sjúklingur liggur á børu
Liggur sjúklingurin á børu, kemur sjúkrabilur eftir honum, og koyrir hann á við­gerðarstaðið. Tá viðgerðin er av, skal sjúklingurin ella fylgari annaðhvørt venda sær til starvsfólkini á deildini á viðgerðarstaðnum ella til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum síðan biður føroyska sjúkrahúsið bíleggja ferðaseðil til heimferðina.

Frá sjúklingahotellinum á flogvøllin
Tá sjúklingur skal heim til Føroyar aftur, rindar Sjúklingahotellið Tórshavn fyri flutningin ímillum hotellið og flogvøllin. Um sjúklingurin ynskir at fara ørindi í býin ella annað áðrenn fráferð, rindar viðkomandi sjálv/ur fyri flutningin til flogvøllin í Kastrup. Sjúklingar, sum búgva aðrastaðni enn ávíst, mugu sjálvir rinda ferðaútreiðslurnar ímillum uppihaldstaðið og flogvøllin í Kastrup.

Sigla heldur enn flúgva
Sjúkrahúsið rindar eisini ferðina hjá teimum, sum heldur vilja sigla við Norrønu. Sjúklingurin og játtaður fylgjari fáa ókeypis kost á ferðini, men sjúkrahúsið rindar ikki fyri bil og biltrygging. Sjúkrahúsið endurrindar ferðina frá atløguplássi til sjúkrahúsið eftir ávísum treytum. Set teg í samband við Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum ella sjúklingaskrivstovurnar á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri nærri kunning. Eins og við flogferðum skal føroyska sjúkrahúsið bíleggja ferðina. Sjúklingar, sum ynskja at sigla úr Danmark til Føroyar, skulu avtala hetta við føroyska sjúkrahúsið, áðrenn farið verður úr Føroyum.

Ferðatrygging
Sjúkrahúsverkið rindar ferðatrygging fyri sjúklingar og ávístar fylgjarar. Tryggingin er galdandi frá degnum fyri viðgerð ella kanning, til sjúklingurin og møguligur ávístur fylgjari eru heima í Føroyum aftur. Tó í seinasta lagi til dagin eftir, at við­ gerð ella kanning er liðug. Spurningar um tryggingar verða settir tryggingarfelagnum Trygd og ikki sjúkrahúsinum. Hetta merkir til dømis, at um sjúklingurin er fyri stuldri, skal hann venda sær til Trygd og ikki til sjúkrahúsið.

Endurgjald fyri flutning ímillum við­gerðarstað og ávíst uppihaldsstað
Sjúklingurin fær endurgjald fyri flutning millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstaðið ella sjúkrahúsið, um hann hevur ferðast á ráðiligasta og bíligasta hátt. Serligar umstøður kunnu tó gera, at sjúklingurin av sjúkuávum hevur tørv á ávísum flutningi.
Leiðarin á Sjúklingahotellinum Tórshavn tekur avgerð um, hvussu sjúklingurin skal ferðast. Endurgjald verður bert latið, um avtalað er gjørd við leiðaran frammanundan. Velur sjúklingurin annað uppihaldsstað enn tað ávísta, rindar viðkomandi sjálv/-ur fyri ferðing ímillum uppihalds– og viðgerðarstað.

Flutningur millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstaðið
Bussur koyrir millum Sjúklingahotel Tórshavn og viðgerðarstøðini. Tað er eitt felag undir Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotel Tórshavn, sum tekur sær av koyringini. Avtala um koyring skal tí gerast við starvsfólk á hotellinum seinast kl 18 dagin fyri, so koyringin kann leggjast til rættis. Velur sjúklingurin annað uppihaldsstað enn tað ávísta, rindar viðkomandi sjálvur fyri ferðing millum Sjúklingahotellið og viðgerðarstøðini.

Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúklingahotellið Tórshavn liggur á Venøgade 8 í Keypmannahavn, tel. (+45) 77336464. 
Á sjúklingahotellinum arbeiða føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum sjúklingar og avvarðandi kunnu seta seg í samband við alt samdøgrið.
Skrivstovan á sjúklingahotellinum er opin hvønn dag millum klokkan 07.00 og 23.00.
Sjúklingar og avvarðandi kunnu goyma virðislutir sum pening, ferðaseðlar og pass í læstari boks á sjúklingahotellinum.
Á hvørjum kamari liggur ein mappa við praktiskum upplýsingum um Sjúklingahotellið Tórshavn.
Sjúklingurin skal boða skrivstovuni frá beinanvegin, tá viðgerðin á sjúkrahúsinum er liðug, tí tá ber ikki til at gista á hotellinum longur.

Lána hjálpartól ella barnavogn
Á Sjúklingahotellinum Tórshavn ber til at lána barnavognar, koyristólar og roulator ella lyft við at venda sær til móttøkuna á Sjúklingahotellinum. Tey, sum ynskja onnur hjálpitól, skulu boða frá frammanundan, so hotellið fær tíð at fáa tey til vega. Sjúklingar, ið hava tørv á serstakari hjálp á sjúklingahotellið, skulu boða sjúkrahúsunum í Føroyum frá hesum, so sjúklingahotellið fær boð um hetta.

Telefon og internet
Á øllum kømrum er telefon, sum fólk kunnu ringja til, men ikki frá. Tó ber til at ringja millum kømur og til móttøkuna. Sjúklingahotellið Tórshavn hevur ókeypis tráðleyst internetsamband. Eisini eru teldur, sum gestir kunnu nýta. Til ber at senda fax og at avrita fyri eitt lítið gjald.

Serligur kostur
Sjúklingar, sum hava tørv á serligum kosti eitt nú vegna sukursjúku, skulu gera vart við tað á føroyska sjúkrahúsinum, tá tey í felag fyrireika ferðina til Danmarkar.

Kostnaður fyri gisting
Sjúklingar, játtaðir fylgjarar og ikki játtaðir fylgjarar
Uppihald og kostur á Sjúklingahotellinum Tórshavn er ókeypis fyri sjúklingin. Játtaðir fylgjarar skulu gjalda 150 krónur um dagin fyri innivist við kosti, tó ongantíð meira enn 1.500 krónur um mánaðin.­
Ikki játtaðir fylgjarar skulu gjalda 600 kr. um dagin fyri innivist við kosti, tó ongantíð meira enn 6000 kr. um mánaðin.

Gevið Gætur
Um sjúklingurin skiftir fylgjara, rindar næsti fylgjari eftir somu reglum, sum tann fyrri. Rokningin skal gjaldast seinast við fráferð. 

Búgva privat
Sjúklingar og játtaðir fylgjarar, sum sjálvir finna sær eitt tilhald t.d. hjá privatum, rinda sjálvi uppihalds– og kostútreiðslur.

Onnur sjúklingahotel og tilhald
Sí aðrastaðnis á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, um tú skalt í viðgerð uttanfyri Keypmannahavn ella í Íslandi.

Á sjúkrahúsinum
Á sjúkrahúsunum í Danmark eru ymisk tilboð, sum sjúklingar og fylgjarar teirra kunnu brúka. Á Ríkissjúkrahúsinum er føroyskur sjúklingavegleiðari, kunningardiskur, kafeteria, kiosk, kioskvognur, bókasavn, gudstænasta, postkassi og telefon.
Eisini ber til at hoyra Kringvarpið á Ríkissjúkrahúsinum. Sjúklingurin fær ein faldara, har nærri verður greitt frá, tá hann verður innlagdur.

Sjúklingavegleiðing á Ríkissjúkrahúsinum
Føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum er Annika Weihe.
T-postur: annika.weihe.01@regionh.dk  Tlf. +45 5120 1399
Kontórið hjá føroyska sjúklingavegleiðaranum liggur í forhøllini, til vinstru frá høvuðsdyrnum. 
Les um føroyska sjúklingavegleiðing her, umframt á heimasíðuni hjá Ríkissjúkrahúsinum.

Føroyskir sosialráðgevarar í Danmark
Í Keypmannahavn starvast tveir føroyskir sosialráðgevarar, sum kunnu veita sjúklingum og avvarðandi hjálp og vegleiðing í sosialum, fíggjarligum og persónligum spurningum. 
Sum dømi, at:upplýsa um rættindi hjá sjúklingum, hjálpa við at útfylla umsóknarbløð til sjúkradagpening, pensjón, heilvág, hjálpitól og líknandi, ringja ella skriva til myndugleikar í Føroyum, hjálpa við at kæra, ella at tosa um støðuna.
Sosialráðgevarnir eru at hitta á Sjúklingahotellinum Tórshavn hvønn týsdag millum 10.00 og 15.30.
Skrivstovan hjá føroysku sosialráðgevunum er á Sendistovu Føroya á Norðuratlandsbryggjuni, Strandgade 91, 4., 1401 København K. 
T-postur: radgevingin@radgevingin.dk
Sí kunnandi faldara her og heimasíðu teirra her. 

Andlát
Um sjúklingur ella játtaður fylgjari doyr í samband við viðgerð uttanlands, ber heilsuverkið allar útreiðslur av at flyta líkið heim til Føroya. Heilsutrygd letur stuðul til kistu og líkverju eftir umsókn, tó í mesta lagi 5.000 kr. Tey avvarðandi skipa fyri flutningi av flogvøllinum í Vágum til heimstaðið. Sjúklingahotellið Tórshavn hevur eina avtalu við biðumann í Keypmannahavn, sum tekur sær av tí praktiska í samband við at fáa líkið til Føroya. Sjúklingahotellið Tórshavn veitir hjálp í slíkum førum.
Les meira um andlát her.

Endurgjald fyri heilivág
Sjúklingar, ið fara uttanlands, hava ábyrgd av at taka heilivág við til teir dagarnar, teir eru uttanlands. Sjúklingar, sum av sjúkrahúsverkinum verða sendir av landinum, eru at rokna sum innlagdur, til viðgerð á sjúkrahúsinum er endað ella, at viðkomandi er aftur á t.d. Sjúklingahotel Tórshavn til víðari ambulanta viðgerð. Tað vil siga, at heilivágur í samband við viðgerðina verður goldin og skipaður av sjúkrahúsverkinum. Annar heilivágur, sum persónur hevur brúk fyri og ikki er í samband við viðgerðina, skal keypast og skipast av persóninum sjálvum.

Persónar, búsitandi í Føroyum, og staddir í Danmark í egnum sjúkraørindum, kunnu keypa „reseptheilivág“ á donskum apoteki. Gjaldskvittanin og avrit av reseptini fyri keypið skal sendast Heilsutrygd, sum rindar peningin aftur samsvarandi heilivágsstiganum. Somu persónar kunnu eisini í serligum føri
fáa heilivág sendandi úr Føroyum, um teir eru í uppisetri við heilivági við at seta seg í samband við danskan ella føroyskan lækna og biðja um at fáa sent resept til føroyskt apotek til avgreiðslu. Heilsutrygd rindar flutningin. Fylgjarar fáa ikki endurrindað útreiðslur frá Heilsustrygd uttan í heilt serligum førum.

Føroyskir læknar kunnu ringja, senda t-post ella senda recept við fax til donsk apotek.

Kærur
Tað ber til at kæra um sjúkraviðgerð­ina og um avgerðir viðvíkjandi flutningi ella játtaðum fylgjara. Kærur um sjúkraviðgerðina í Føroyum og Danmark verða sendar til "Styrelsen for Patientklager" ella til Landslæknan. Les meira HER.
Kærur viðvíkjandi rætti til flutning ella játtan av fylgjara verða sendar Kærunevndini í almanna– og heilsumálum. Kærur skulu latast inn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina. Í kæruni, sum skal vera skrivlig, verður grundgivið fyri henni. Í serligum førum kann verða sæð burtur frá freistini.

Lógargrundarlag
Sí hentar adressur her og lógargrundarlag um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri sjúklingar og fylgjarar her. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.