Bíðilistar

Sjúklingaleiðbeinarar

Sjúklingaleiðbeinarar á Sjúkrahúsverkinum hava til uppgávu at arbeiða við viðgerðargongdum og hava virknan leiklut í at skipað góðar gongdir.

Tað er møguligt hjá sjúklingum og avvarandi at ringja til sjúklingaleiðbeinarar, um tørvur er á vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi viðgerðargongdum. Sjúklingaleiðbeinarnir eru at at hitta í gerandisdøgum millum millum kl 9-15 á telefon 304629 ella á teldupost slb@ls.fo.

Í Sjúkrahúsverkinum arbeiða vit tilvitað við sjúklingagongdum og miða altíð eftir at skipa góðar sjúklingagongdir. Uppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarum er at tryggja , at hetta eisini er galdandi í samlaðu sjúklinga- og sjúkugongunum, ið t.d. eru tvørtur yvir deildir, deplar og sjúkrahús. Uppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarunum er tískil eisini at nágreina og lýsa hvat skal til fyri at betra um bæði sjúku- og sjúklingagongdir.

Í høvuðsheitum er arbeiðsuppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarunum tvíbýtt, soleiðis at arbeiði bæði verður við sjúku- og sjúklingagongdum.

Sjúklingagongdir: Er organisatoriska arbeiðslagi í mun til viðgerðargongdina hjá sjúklinginum ella sjúklingbólkinum. Tá arbeitt verður við sjúklingagongdum krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at fylgja, greina, vísa á og fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørtur um fakbólkar, ið bøta um sjúklingagongdirnar í organisatiónini.

Sjúkugongdir: Er at taka fatur í ítøkiligum viðgerðargongdum hjá sjúklinginum. Til tað krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at vegleiða, vísa á og ganga undan við at fáa sjúkugongd hjá ávísum sjúklingi ella sjúklingabólki í ljósmála, raðfesta og í rættari tíð at fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørtur um fakbólkar, ið bøta um sjúkugongdir hjá sjúklingum og sjúklingabólkinum.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.