Bíðilistar

Ofta settir spurningar

  1. Skulu avvarðandi gera nakað, í mun til deyðsváttanina?
    Tað er uppgávan hjá Landssjúkrahúsinum at tryggja, at deyðsváttanin fylgir tí deyða og fer á rætta stað.

  2. Kann ein síggja tann deyða eftir líksýn?
    Ja, í flestu førum ber tað til. Í serligum førum verður hetta frárátt.

  3. Hvønn kontakti eg, fyri at síggja tann deyða?
    Um viðkomandi er deyður á Landssjúkrahúsinum, gera tit avtalu við deildina, har viðkomandi andaðist. Um viðkomandi er innkomin deyður, skulu tit seta tykkum í samband við vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing á Bráðmóttøkuni.
    Ringið til leiðbeining á tlf. 304500 og biðið um viðkomna deild.

  4. Hvussu leingi kann tann deyði verða á Landssjúkrahúsinum?
    Tað er sera ymiskt, alt eftir hvat tørvurin er. Landssjúkrahúsið hevur kølirúm.
    Tað er altíð gott at avtala við kapellið í góðari tíð um hesi viðurskifti.

  5. Hvørja tænastu bjóðar Landssjúkrahúsið í samband við andlát?
    Landssjúkrahúsið veitir organist og kapelfólk í samband við bønarhald.

  6. Verður altíð farið úr kapellinum?
    Avvarðandi avgera sjálvi, um tey ynskja bønarhald í kapellinum ella um tann deyði bert skal heintast. Tað ber eisini til at hava eitt lítið bønarhald í kapellinum, har bert tey nærmastu eru hjástødd.

  7. Nær kann bønarhaldið verða?
    Tað skulu ganga 12 tímar frá tí, at ein er staðfestur deyður, og til ein kann jarðast. Í vanligum førum eru bønarhald gerandisdagar frá kl 17 og í vikuskiftum frá kl. 14. Undantøk verða tó gjørd, eitt nú tá líkið skal á útoyggj.

  8. Avtala við prest/prædikufólk
    Avvarðandi skulu sjálvi seta seg í samband við sóknarprestin ella annað prædikufólk. Hetta skal gerast skjótast gjørligt eftir at viðkomandi er deyður.

  9. Kista
    Avvarðandi skulu sjálvi bíleggja kistu, og kistan verður latin Landssjúkrahúsinum. Ofta verður lagt í kistu náttina áðrenn fráferð úr Kapellinum; tí er umráðandi, at kistan er her tá.
    Set teg í samband við Heilsutrygd í mun til stuðul til kistu, sí meir her.

  10. Lokið av ella á, hvat merkir tað?
    Ynskir avvarðandi at hava eina løtu saman við tí deyða áðrenn bønarhaldið byrjar, er møguligt at hava lokið av hesa løtu. Lokið verður vanliga lagt á hálvan tíma áðrenn bønarhaldið byrjar, og skal vera á undir bønarhaldinum.

  11. Líkverja
    Um líkið ikki skal í egin klæðir, skal líkverja bíleggjast saman við kistuni.

  12. Eginklæðir
    Ynskir avvarðandi, at tann deyði skal í egin klæði, er gott at avtala hetta í góðari tíð. Ofta verður lagt í kistu náttina áðrenn fráferð úr Kapellinum. Klæðini kunnu handast starvsfólkinum í Leiðbeining.

  13. Kistan út í líkvognin
    Tað eru avvarðandi, ið bera kistuna í bilin. Um tey hava tørv á hjálp við hesum, má avtala gerast áðrenn.

  14. Líkvognur
    Flestu kommununar í landinum bjóða borgarum líkkoyring. Set teg samband við avvarðandi kommunu.

  15. Hvussu við blómum/prýði
    Í kapellinum eru tveir vasar, har møguleiki er at koyra blómutyssi í. Avvarðandi seta seg sjálvi í samband við blómuveitara, sum syrgir fyri at blómurnar koma í kapellið.

  16. Sangur - Hvørjar sangbøkur hava vit?
    Sálmabókin hjá Fólkakirkjuni og Sangbók Guðsfólks hjá Brøðrasamkomuni. Eisini er møguligt at hava sangblað, um tit ynskja tað.

  17. Politimál
    Er talan um politmál, skulu nøkur viðurskifti vera í lagi, áðrenn avtala kann gerast um fráferð úr kapellinum. Hetta kann taka longri tíð enn vanligt.

  18. Um ein er deyður í Danmark í sjúkraørindum, hvussu ger ein so fyri at fáa viðkomandi heim?
    Kontakta Sjúklingahotellið tlf +45 77336464

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.