Bíðilistar

Fylgjari til viðgerð uttanlands

Fylgjara við til sjúkuviðgerð
Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið.
Um mett verður, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið.
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara.

Sjálvboðin fylgjari
Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
Til ber hjá sjálvbodnum fylgjarar at bóka bústað á Sjúklingahotellinum Tórshavn, við sjálvi at seta seg í samband við sjúklingahotellið
á tlf: +45 77336464.
Sí prísir fyri hoteluppihald á heimasíðuni hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Tak niður faldara her við meiri nágreiniligari vegleiðing til sjúklingar, sum skulu í viðgerð uttanlands.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.