Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Sjúklingahotellið Tórshavn

Sjúklingahotellið Tórshavn

Lat aftur

Sjúklingahotellið Tórshavn

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Adressa

Venøgade 8
2100 København Ø
T-postur: sht@ls.fo

Upplatingartíðir

Leiðbeining/Skrivstovan
Opið frá kl. 07.00-23.00
Tel. (+45) 77336464

Leiðandi starvsfólk

Lene Juul Hallig, leiðari
T-postur: lene.hallig@ls.fo

Vælkomin á Sjúklingahotellið Tórshavn
Vit vilja okkara besta fyri at tú finnur teg væl til rættis í meðan tú ert á hotellinum.
Tú ert vælkomin at spyrja teg fyri í Leiðbeiningini. Tørvar tær hjálp til røkt ella flutning, set teg so í samband við okkara sjúkrarøktarfrøðingar í Leiðbeiningini.
Niðanfyri kanst tú lesa um praktisk viðurskifti, viðkomandi fyri teg meðan tú ert her.

Til tíðir eru øll seingjarpláss upptikin á Hotel Tórshavn, Neyðugt er tá at bóka sjúklingar og fylgjarar úti í býðnum. Sí mannagongd her.

Komudagur
Tá tú kemur á Sjúklingahotellið Tórshavn tekur ein sjúkrarøktarfrøðingur ímóti tær og vísir til rættis um praktiskar umstøður.
Tú verður biðin um at boða sjúkrarøktarfrøðinginum frá, nær viðgerð ella kanningar eru skrásettar, soleiðis at vit best kunna samskipa viðgerðargongdina saman við viðgerðarstaðnum. 
Vinarliga kunna teg um, hvussu leiðin gongur til viðgerðarstaðið við buss ella toki. Vit hava vegleiðingar til øll viðgerðarstøð og hjálpa gjarna við hesum.
Um tit ikki sova á Sjúklingaheiminum eina nátt, vinarliga sigi frá á skrivstovuni.

Vælkomstsamrøða
Miðja verður ímóti at hava eina vælkomtssamrøðu við teg innan 24 tímar eftir komu. 

Leiðbeining
Leiðbeiningin er opin millum kl. 07-23.00.
Vaktarskifti er millum kl. 7.30 og 8.00 um morgunin og aftur kl. 15.00 til 15.30, og í hesum tíðarskeiðum er leiðbeiningin stongd. Sjúkrarøktarfrøðingur kann tó altíð hittast við at ringja 77336464 og síðani trýsta á 2. 
Um tú ringir frá telefon á kamarinum, skal tú einans trýsta á 8. Hetta er eisini galdandi um náttina. 

 undefined

Lyklar
Tú fært ein lykil, sum er til kamarið og ein chip til úthurðina. Minst til at avlevera lykilin við fráferð. 

Koyring 
Við komu til sjúklingahotellið hevur sjúkrarøktarfrøðingur skriva teg upp til koyring við okkara bussi. Hareftir skalt tú sjálv/ur skriva teg á koyrilistan áðrenn kl 18.00 dagin fyri, at tú skalt møta á viðgerðarstaðnum. Koyrilistin  liggur á diskinum í receptiónini. 
Tú tú skalt aftur á sjúklingahotellið, skalt tú ringja beinleiðis til bussin um avheintan á tel. +45 28993046. Bíðitíðin kann vera upp til 2 tímar báðar vegir. 
Um tú ikki ynskir at bíða eftir bussinum, men vilt ferðast á annan hátt, er tað fyri egnan kostna. 

Upprudding og reingerð av kamari
Stovugenturnar byrja at gera kømør klár kl. 8,00 um morgunin. Tú verður biðin um at vera uppi, soleiðis at tær kunnu sleppa framat.
Vit vænta, at tú so vítt møguligt sjálv/ur reiðir songina og ruddar eftir tær. Undantikin eru sjúklingar, ið ikki megna hettar.
Skift verður á seingini aðru hvørja viku. Hjá sjúklingum eftir tørvi.
Í vikuskiftinum verða bert felagshølini reingjørd, um annað ikki er avtalað.
Hevur tú spurningar, so vend tær til stovugenturnar ella sjúkrarøktarfrøðing.

Um tú skalt verða á sjúklingahotellinum í longri tíð og sjálv/ur hava hug at halda kamarið, ber til at fáa reingerðingsevnir og -lutir inn á kamarið.
Vend tær til stovugenturnar.

Veking
Veking kann bíleggjast á skrivstovuni til kl. 22.00.
Um tygum skulu upp áðrenn kl. 7.00, kunnu tygum lána ein vekjara

Hondreinføri
Vit heita á øll búgvandi um at vaska hendur áðrenn fari verður til felagsmáltíðir, umframt sum heild at vísa gott hondreinføri, orsakað av at nógvir sjúklingar hava niðursetta immunverju.
Hándsprit er at finna í matstovuni.

Peningur, ferðaseðlar og annað
Vit kunnu goyma pening, ferðaseðlar og aðrar virðislutir fyri tygum í pengaboks á skrivstovuni.

Royking
Á Sjúklingaheimið er roykfrítt umráði. Her búgva sjúklingar, ið ikki mugu útsetast fyri royk. Tað er tí umráðandi, at tygum ikki roykja á kamarinum. Roykjast er bert loyvd á ávístum staði uttanfyri. 

Rusk
Á endanum á gonguni er eitt rúm við einum svørtur ruskposa til vanligt rusk, tó ikki glas, nálir ella annað hvast. Alt rusk skal vera í einum afturlatnum posa, áðrenn tað verður koyrt í ruskposan.
Stórar pappeskjur skula klappast saman og stillast inn í sama rúm. Her er eisini ein linnedposi til skitið linned.
Nálir og annað hvast skal handast sjúkrasystrini á skrivstovuni.

Fráferð
Tað er umráðandi, at tú gevur skrivstovuni boð beinanvegin, tá tú veitst, nær viðgerðin ella kanningar eru lidnar. 
Um pláss er, ber til at búgva á Sjúklingaheiminum til dagin eftir. 
Avvarðandi verða eisini biðin um at siga frá, nær farið verður heimaftur til Føroya. Ynskt verður, at avrokning verður dagin fyri fráferð ella seinast kl 09.00 ferðadagin. 
Skrivstovan syrgir fyri at bíleggja pláss fyri teg.

Til Kastrup Lufthavn
Vit skipa fyri felagsflutningi til flogvøllin. Farið verður av Sjúklingahotellinum umleið 2½ tíma áðrenn flogi verður.
Fyri at kamarið kann gerast klárt til næstu gestirnar, verður tú biðin um at vera liðug/ur kl. 10.00, so stovugenturnar kunnu sleppa inn at gera reint.
Um tú ikki hava orku at fara úr kamarinum kl. 10.00, vinaliga vend tær til sjúkrarøktarfrøðing. 

Sí faldara Kunning til sjúklingar, ið fara uttanlands í viðgerð

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.