Uppgávan er ikki bert at koyra skjótt
|
Allan Samuelsen hevur koyrt sjúkrabil í nærum 17 ár. Ikki ein dagur er farin framvið, har hann ikki hevur glett seg til at møta á vakt.
Tað er ikki tí at uppgávan altíð er løtt. Allan hevur upplivað at missa smá børn, og tað er serliga hart, tá man sjálvur hevur børn, sigur hann. Men hinvegin hevur hann eisini roynt at tikið ímóti einum barni saman við ljósmóðir í sjúkrabilinum onkustaðnis sunnanfyri Hósvík. Ein fantastisk uppliving, sum fór fram uttan trupulleikar, leggur Allan afturat.
Eg kenni, at eg geri mun, og eg elski at arbeiða við fólki, sigur Allan. At byrja við var spennandi at koyra skjótt, men ikki var leingi, til mær dámdi betur at vera aftanfyri saman við sjúklinginum, har mín fakligheit kemur í spæl. So eg og starvsfelagin klandrast ikki um, hvør skal koyra, men heldur um hvør skal sita aftan.
Uppgávan hjá ambulancufólkinum er ikki bara at koyra skjótt, men eisini at veita prehospitala viðger inntil sjúklingurin kemur undir læknahond á sjúkrahúsinum. Og hetta er ein tann týdningarmiklasta uppgávan í eini akuttari støðu.
Arbeiðið kann vera hart og krevur sterka psyku. Men vit hava eini 10 væl útgjørdar sjúkrabilar kring landið, og dugnalig og íðin ambulancufólk, ið eru klár alt samdøgrið at koyra út, tá telefonin ringir.