Yvirskipað krøv til útbúgving/starv á Sjúkraflutningstænastuni
Yvirskipið fysisk krøv
Utbúgving sum atstøðingur NIVO 1
Útbúgvingin fevnir um skúlagongd og starvsvenjing og tekur samanlagt 31 mánaðir, og fer fram í Føroyum. Starvsvenjingin fer fram á Landssjúkrahúsinum og á teimum statiónum, ið Sjúkraflutningstænastan varar av, t.v.s. Eysturoy, Vágar og Tórshavn.
Útbúgving sum viðgeri NIVO 2
Fyri at kunna byrja uppá útbúgving sum viðgeri, skal ein vera útbúgvin atstøðingur, skal hava staðið PHTLS skeið (Prehospital Trauma Life Support), og harumframt skal ein hava arbeitt sum atstøðingur í 18 mánaðir eftir at verða liðugur sum atstøðingur.
Útbúgvingin sum viðgeri er skipa soleiðis
Fjarlestur 8 vikur har næmingurin hevur sín egna lestravegleiðara
3 modulir á eina viku har næmingurin er í skúla
Hospitalspraktikk 1 vika
Ambulansapraktikk 1 vika
Fyri at kunna virka sum viðgeri skal viðkomandi upp til skrivliga, munnliga og praktiska próvtøku.
Praktisk roynd í starvstíðini
Sjúkraflutningstænastan krevur, at tann, ið settur verður, skal upp til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið fyri at tryggja, at tænastan livir upp til eitt dygdargott arbeiði. Sjálv útbúgvingin fer fram í samstarvi við danskar mynduleikar og eftir donskum normum.
Hvussu ofta tekur Sjúkraflutningstænastan nýggj fólk í starv/útbúgving?
Eftir tørvi.
Er royndartíð?
Royndartíðin er 6. mánaðir.
Samband
Jákup Nolsøe, leiðari í sjúkraflutningstænastuni
Tel. 304500 lokal 1130
T-postur: jakno@ls.fo