Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Serlækni

Serlækni

Landssjúkrahúsið er góðkent útbúgvingarstað til serlækna í almen medicin. 


Introstørv og høvuðsútbúgvingarstørv í almen medicin verða vanliga lýst 2 ferðir um árið innan almen medicin.

Útbúgvingarskipanin er í samstarvi við kommunulæknaskipanina.

Størvini verða vanliga lýst nakrar mánaðir áðrenn byrjan sum vanliga er mars og september. Introstarv er vanliga 1/2 ár og høvuðsútbúgvingarstarv 4 1/2  ár. Vanliga verða sett umleið 2-4 introstørv og 2 høvuðsútbúgvingarstørv árliga. Skipanin er í tøttum samstarvi við Lægelig videreuddannelse Region Øst. 

Introstørv í øðrum sergreinum
Landssjúkrahúsið er góðkent sum útbúgvingarstað fyri introlæknar innan fylgjandi sergreinar: Ortopedkirurgi, parenkymkirurgi, pediatri, psykiatri, gyn-obs., intern medicin, oftalmologi, oto-rhino-laryngologie, radiologi, almen medicin. Introstørv eru vanliga 1 ár. Summi størv verða lýst árliga og onnur kunnu ganga longri ímillum.

Spyr teg fyri eftir nærri upplýsingum.
 
Høvuðsútbúgvingarstarv innan ymsar sergreinar
Í serligum førum ber til í samráð við útlendska útbúgvingarstaðið og eftir umsókn til Landssjúkrahúsið at taka avmarkaðar partar av høvuðsútbúgvingarstarvi í Føroyum.
 
Samband
Helena Skaalum Mikkelsen, Starvsfólkadeildin, 
Skrivari fyri Útbúgvingarnevndina
tel. 304593 ella T-post: lshelmi@ls.fo 

Les meira her: 
Sundhedsstyrelsen 

Dansk selskab for Almen Medicin 

Specialeuddannelsen

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Landssjúkrahúsið

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.