|
Klinikk hjá læknalesandi á Landssjúkrahúsinum
Ert tú læknalesandi, kanst tú taka preklinikk (TKO) og klinikkuppihald á Landssjúkrahúsinum.
Fyri at tryggja okkum at klinikkuppihaldi verður gott og líkur ásettu krøvini frá universitetunum er avmarkað pláss.
TKO (øll universitet): uml. 16 lesandi um árið
KU 8. semester klinikk: 4 lesandi hvørt semester, tó má anæstesiparturin takast í Danmark.
SDU, AU, AAU: Kunnu venda sær til okkara, onki er fastlagt herfrá.
Universitet uttanfyri DK: Eftir avtalu við UAO (uddannelses ansvarlig overlæge) á deildunum.
Ynskir tú at sleppa i klinikk á Landssjúkrahúsinum, kanst tú skriva til: Rókur V. Nilssen, leiðslufulltrúa á rokni@ls.fo
Tú søkir klinikk við at senda eina stutta umsókn og CV.
Tú kanst senda umsókn til 8. semesterklinikk í hesum tíðarskeiðunum:
Vársemestur: 1. apríl - 1. mei. Klinikk byrjar vársemestir árið eftir.
Heystsemestur: 1. november - 1. december. Klinikk byrjar heystsemestur árið eftir.
Tú kanst senda umsókn til TKO í hesum tíðarskeiðum:
Summar: 1. januar - 1. februar, klinik uml. viku 25-34
Vetur: 1. august - 1. september, klinik í viku 2,3 ella 4
Tú fært svar innan 14 dagar frá umsóknarfreistini. Føroysk lesandi hava framíhjárætt.