Venjing ger mun fyri lívsgóðskuna hjá hjartasjúklingum
|
Fyri tíð síðani byrjaði fysioterapideildin á Landssjúkrahúsinum at venja styrki og konditión við hjartasjúklingum.
Fleiri fysioterapeutar luttaka í venjingini av hjartaliðnum, teirra millum Anna Maria og Sarita. Í tíðini aftaná ein hjartatilburð er vælkent, at sjúklingar óttast at strongja seg, fáa pulshækkan og gerast pøstir. Venjing í tryggum umstøðum saman við fysioterapeutum ger, at sjúklingar koma betur og skjótari fyri seg.
Tað eru í høvðusheitum tveir venjingarhættir:
- ein fyri sjúklingar sum eru skurðviðgjørdir í hjartanum, t.d. aftaná bypass- og hjartaloku skurðviðgerðir
- ein fyri sjúklingar, sum hava niðursetta pumpustyrki í hjartanum.
Fyrri bólkurin kann ofta byrja við hægri orku, meðan tann seinni krevur longri tíð við lægri orku. Endamálið er tó í báðum førum at endurvenja hjartað og likamið sum heild.
Hjartalið sum hesi hava ikki verið á Landssjúkrahúsinum í 10 ár. Síðani í vetur hava eini 30-40 fólk verið í gongd ella eru liðug við venjingina. Tey venja í 12 vikur og fáa síðani bjóðað at koma til eftirfylgjandi kanning. Tey luttakandi eru flest menn í aldrinum 40 og upp í 83 ár.
Venjingin er evidensbaserað og byggir á nýggjastu vitan innan økið. Hon betrar nógv um fysisku orkuna, sum viðførur, at tey luttakandi tora betur at røra seg. Hetta ger stóran mun fyri lívsgóðskuna.
Venjingin er liður í eftirviðgerð hjá teimum hjartasjúklingum sum sambært hjartalæknum hava serligan tørv.